- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sjálvstýri handað undirskriftir

Sjálvstýri fekk 940 atkvøður til løgtingsvalið fyri einum ári síðan, sum svarar til 2,75 prosent. Tað var ikki nóg mikið fyri at sleppa inn um tingsins gátt.
Føroya elsti flokkur hevur ikki givið upp og á næsta løgtingsvali ber aftur til at seta krossin á sjálvstýri, sigur Sofus Hansen, kassameistari hjá Streymoyar- og Vága sjálvstýrisfelag. Hann var á gátt í Løgmálaráðnum við undirskriftunum í dag, saman við øðrum sjálvstýrislimum.
Sambært Sofusi Hansen, vóru hetta ikki tær somu undirskriftirnar, sum formaðurin segði seg hava savnað fyrr í ár. Hoyr hann greiða frá.
Hoyr eisini samrøðu við Sámal Petur í Grund Formaðurin visti ikki av at undirskriftir vóru handaðar | Kringvarp Føroya (kvf.fo)












