Skeið um foreldrasamstarv til fráskild

Skeið um foreldrasamstarv til fráskild
Familjufyrisitingin býður nú foreldrum skeið í samskifti og samstarvi eftir samlívsslit
 
22.11.2023 - 20:06

Familjufyrisitingin bjóðar nú foreldrum, ið ikki liva saman, ókeypis námsfrøðiligt skeið um foreldrasamstarv.

Ætlanin við skeiðinum er at styrkja samskifti og samstarv millum foreldur eftir samlívsslit til frama fyri felags børnini.

Endamálið við skeiðnum er at geva foreldrunum amboð og vitan til at betra um samstarvið og stuðla børnunum í eini ofta torførari tíð.

Gransking vísir, at samstarv millum foreldur hevur stóran týdning fyri trivnað og tryggleika hjá børnum í slíkum umstøðum.

 

Undirvísing og venjingar

Skeiðið fevnir um undirvísing og venjingar, sum eru miðaðar móti at bøta um foreldrasamstarvið, stuðla børnunum og hjálpa foreldrum við at taka sær væl av sær sjálvum í eini tílíkari umskiftistíð.

Fyrsta skeiðið byrjar í februar 2024 og verður hildið yvir tríggjar undirvísingardagar upp á fýra tímar hvør. Familjufyrisitingin vónar, at hetta tiltakið fer at hava jalig árin á familjulívið og samstarvið millum foreldur, ið ikki liva saman.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 21. mars
Jambalaja - 210326
205988
Leygardag 21. mars
Upp á tá - 200326
205987
Leygardag 21. mars
Morgunlestur leygardagur 21.mars 2026
205769
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 21. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205984
Fríggjadag 20. mars
Tinggáttin
205979
Fríggjadag 20. mars
KAKUMiKS 2 (1:7)
205963
Fríggjadag 20. mars
Javnaðarflokkurin í heita stólinum (7:7)
205949