Kunnu fiska meiri hýsu, men minni av upsa

Kunnu fiska meiri hýsu, men minni av upsa
ICES er komin við tilmæli fyri fiskiskapin eftir botnfiski undir Føroyum næsta ár
ICES hevur mælt frá at fiska tosk á landgrunninum í ár og næsta ár, men meira av hýsu kann fiskast næsta ár. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
24.11.2023 - 14:19

Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri hýsu og upsa í føroyskum sjógvi.

Ráðgevingin byggir á nýggjastu stovnsmetingarnar av hesum fiskastovnum.

ICES mælir til, at veiðan av hýsu í 2024  verður í mesta lagi góð 12.000 tons, sum eru trý prosent meira enn tilmælið fyri í ár, skrivar Havstovan.

Hýsustovnurin var í tíðarskeiðnum frá 2008 til 2017 undir markinum, har serlig verjutiltøk eru neyðug. Hýsustovnurin kom upp um hetta markið í 2018, og hevur verið á miðalstigi síðani.

 

15.300 tons av upsa

ICES mælir hinvegin til at minka upsaveiðuna niður í 15.300 tons næsta ár. Tað eru 14 prosent minni enn tilmælið fyri 2023, og orsøkin er minni tilgongd til stovnin síðstu árini.

Toskurin á landgrunninum var í fjør mettur at vera undir markinum, har serlig verjutiltøk eru neyðug. ICES mælti tá til, at toskur ikki verður fiskaður á landgrunninum í ár og næsta ár, og kemur tí ikki við nýggjum tilmæli í ár.

Tilmælið fyri tosk á Føroyabanka, sum kom í fjør, er galdandi fyri tvey ár í senn.

Sí meira her

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531