Ikki øll fagna kappingarleisti

26.11.2023 - 18:04
ÍtrótturFótbóltur
Ikki øll fagna kappingarleisti
Ikki øll fótbóltsfeløgini eru líka fegin um uppskotið hjá FSF um eina kapping við felags grundspæli og endaspæli í einum niðara og einum ovara bólki.
Mynd: Fótbóltssamband Føroya  
Fróði Danielsen, formaður í FC Hoyvík

Enn hava fótbóltsfeløgini kring landið ikki havt møguleika at viðgjørt uppskotið um nýggja kappingarleistin, sum Fótbóltssambandið legði fram í gjár og ætlar at seta í verk longu komandi kappingarár.

Men ikki øll eru líka fegin um eina kapping við felags grundspæli og endaspæli í einum niðara og einum ovara bólki.

- Tað er ógvuliga óheppið fyri føroyskan fótbólt, um nýggi kappingarleisturin gerst veruleiki. Heldur skuldi Betri-deildin verið víðkað, og so kundi eitt endaspæl verið har, sigur formaðurin í FC Hoyvík, Fróði Danielsen.

Feløgini møtast aftur til formansumfar í desembur mánaði, og tá fáa tey møguleika at geva sína hugsan um nýggja kappingarleistin til kennar.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. desember
Dansival - Gestur er Herluf Gaard Joensen
201659
Mikudag 17. desember
Tónleikasending Mono
201663
Mikudag 17. desember
Skratsj 17. desembur 2025
201652
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 17. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201638
Týsdag 16. desember
Veðrið
201604
Týsdag 16. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201577
Mánadag 15. desember
Veðrið
201552