Teistin ger royndir á kalsoyarleiðini í morgin

Teistin ger royndir á kalsoyarleiðini í morgin
Rampan á Syðradali er ov lítil til Teistan, men ein møguleiki er at flyta rampuna úr Skopun til Syðradals, sigur Strandferðslan
Teistin fer at royndarsigla í kalsoyarleiðini í morgin. Royndirnar á nólsoyarleiðini vóru góðar.
 
27.11.2023 - 11:26

Teistin fer í morgin at royndarsigla á Kalsoyarleiðini.

Endamálið er at vita, hvussu tað riggar hjá Teitanum at leggja at í Klaksvík og í ferjuleguni á Syðradali.

Rampan á Syðradali er ov lítil til Teistan, men ein møguleiki er at flyta rampuna úr Skopun til Syðradals, og annars gera tilllagingar við rampuna í Klaksvík og Syðradali, sigur Strandferðslan.

Teistin var eisini royndarsigldur á nólsoyarleiðini í síðstu viku, og tað riggaði væl.

 

Eftirmeting

Hvørja farleið, SSL fer at mæla til at brúka Teistan á, fer eftirmeting av royndarsiglingini at vísa.

Teistin stendur á sølulista á fíggjarlógini, men skipið er  nýtt samanborið við gomlu skipini hjá Strandferðsluni.

Teistin er frá 2001, og hann fekk nýtt orkuverk fyri tíggju árum síðani.

Meðan Teistin er ger royndir á kalsoyarleiðini í morgin, verða flytingar og broytingar gjørdar í nøkrum ferðaætlanum, og tær síggjast á gula breddanum á www.ssl.fo og í sms-skipanini

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Mánadag 9. november
Møti hjá Brøðrasamkomuni við Tjarnir
216106
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083