Ung tosa um sjálvmorð

Ung tosa um sjálvmorð
Í triðja partinum av "Sært tú meg?" hittast fýra ung, sum hava tað í felag, at tey annaðhvørt hava roynt at gera sjálvmorð ella hava onkran tætt at sær, ið hevur
Jóhanna, Bartal, Rebecka og Ronja hava øll havt sjálvmorð nær at lívinum
Mynd: úr "Sært tú meg?"  
 
28.11.2023 - 13:55

* Vit skulu gera vart við, at sera viðkvom og grafisk evni verða viðgjørd í fylgjandi teksti, tá orð hjá teimum ungu verða endurgivin.

 

Hóskvøldið eftir Dag og viku er triði partur av "Sært tú meg?" í sjónvarpinum og á heimasíðu okkara. 

Hesa ferð hittast fýra ung, sum kenna til sjálvmorð á ymsan hátt. Summi teirra hava roynt at gera sjálvmorð, og summi hava onkran tætt at sær, sum hevur beint fyri sær. 

Í sendingini greiða tey fýra frá, hvørjar upplivingar tey hava við sjálvmorð, á ein erligan og tankavekjandi hátt. Tey fýra eru:

 

RONJA

Ronja er 21 ár og býr í Sandavági. 

Ronja misti beiggja sín, tá ið hann sum 15 ára gamal tók seg av døgum. Men áðrenn hon misti beiggja sín, stríddist Ronja sjálv eisini við tunglyndi og sjálvmorðstankar. 

"Fleiri ferðir, tá ið eg koyrdi bil, hugsaði eg um at koyra út av vegnum. Eg hugsaði eisini ofta um, hvussu nógv skuldi til, um nú eg fór av vegnum, áðrenn eg doyði". 

 

JÓHANNA

Jóhanna er 17 ára gomul og úr Havn.

Tá ið Jóhanna var 14 ár, royndi hon at beina fyri sær.

"Eg havi altíð følt, at eg havi verið øðrvísi. Tað er, sum ein veggur er millum meg og onnur fólk. Eg skilji ikki tey, og tey skilja ikki meg. Og tá ið eg var 13, misti eg allar mínar vinir, eg kendi meg bara so einsamalla".

 

BARTAL

Bartal er 18 ár og úr Havn. 

Tá ið Bartal var 17 ára gamal, tók pápi hansara seg av døgum.

"Eg og babba plagdu at tosa um alt. Og vit brúktu nokk hvønn annan sum sálarfrøðingar. Og soleiðis havi eg bara havt tað við babba og at missa tað, tá mann ikki hevur tað gott. Tað var ikki lætt". 

 

REBECKA

Rebecka er 24 ár og býr í Sørvági

Pápi Rebecku tók lívið av sær.  Alt, ið Rebecka kann minnast, er hon blivin illa happað, og hon hevur eisini sjálv roynt at gjørt sjálvmorð fleiri ferðir. 

"Tað bleiv so ógvusligt, at eg valdi at skifta skúla. Men har byrjaðu tey eisini at happa meg og søgdu, at eg burdi gjørt, sum pápi mín gjørdi." 

 

REY04005_SAERT_TU_MEG_3_PARTUR_02

Hvat: Sært tú meg? (3:4)
Hvar: í sjónvarpinum
Nær: Hóskvøldið eftir Dag og viku

* Vit skulu gera vart við, at sera viðkvom og grafisk evni verða viðgjørd, tá ið tey ungu fortelja, hvørjar upplivingar tey hava við sjálvmorði.

-------

Tørvar tær hjálp?
Stríðist tú við sjálvmorðstankar, ella kennir tú onkran, ið ger, so er hjálp at fáa.
Umframt at tosa við vinir ella avvarðandi, ber til at fáa professionella hjálp frá kommunulækna ella vaktlæknanum við at ringja 1870.
Tú kanst eisini fáa sálarfrøðiliga hjálp ella royna kjattráðgevingina hjá Sinnisbata.
Ung fólk kunnu eisini leita sær hjálp hjá "Tú & eg-ráðgevingini" hjá Barnabata við at ringja 116111
Er talan um eina bráðfeingisstøðu, ring so 112 ella til læknavaktina á 1870
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 4. oktober
Vikuskiftið 4. oktober 2024
181660
Fríggjadag 4. oktober
Morgunlestur fríggjadagur 4. oktober 2024
180902
Hósdag 3. oktober
RagnarRokk 3.oktober 2024
180616
Hósdag 3. oktober
RagnarRokk: Phil Mogg um Moggs Motel
180614
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
181622
Fríggjadag 4. oktober
Veðrið
181647
Hósdag 3. oktober
Sært tú fuglin? II (1:2)
181586
Mikudag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
181510
Týsdag 1. oktober
Veðrið
181488