Skuldsettur fyri hóttan á Herberginum

Skuldsettur fyri hóttan á Herberginum
Politiið tók ímóti manninum á Krambatanga
Maðurin, sum hótti, starvsfólk á Herberginum, var sambært politinum ein sera misnøgdur brúktari. (Savnsmynd)
 
29.11.2023 - 08:21

Ein maður er skuldsettur fyri at hótta starvsfólk á Herberginum í Havn seinnapartin í gjár.

Maðurin var, sambært politinum, ein sera misnøgdur brúkari.

Tá politiið var á veg til Herbergið, kom fráboðan um ferðsluóhapp á Velbastaðhálsi, so politiið fór hagar í staðin fyri.

Tá politiið so kom á Herbergið, var tann illi maðurin farin til Suðuroyar við Smyrli.

Politiið tók ímóti honum á Krambatanga.

Maðurin var avhoyrdur og skuldsettur fyri hóttan.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Mánadag 9. november
Møti hjá Brøðrasamkomuni við Tjarnir
216106
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083