Tøkugjøld: Tríggir minnilutar í vinnunevndini

Tøkugjøld: Tríggir minnilutar í vinnunevndini
Sambandsflokkurin mælir til at samtykkja uppskotið, samgongan er ímóti, og Fólkaflokkurin vil helst hava størri partafelagsskatt
Vinnunevndin hevur býtt seg í tríggjar minnilutar í álitinum um uppskotið hjá Sambandsflokkinum um tøkugjøld. (Savnsmynd)
 
29.11.2023 - 11:14

Vinnunevndin býtti seg í tríggjar minnilutar, tá hon skrivaði álit um uppskotið hjá Sambandsflokkinum um tøkugjaldið hjá alivinnuni.

Sambandsfólkini, Erhard Joensen og Eyðdis Hartmann Niclasen, mæla til at samtykkja uppskotið.

Tey halda, at uppskotið hjá Sambandsflokkinum, um at seta eitt loft, sum er 7,5 prosent, á  tann laksin, sum fer til meirvirking, er stórur bati fyri bráðfeingis støðuna í alivinnuni, til møgulig semja fæst um eina aðra skipan. 

Sambandsfólkini eru til reiðar konstruktivt at fara undir eina breiða politiska tilgongd fyri at finna ein nýggjan leist at krevja gjaldið frá alivinnuni.

 

Erhard Joensen er formaður i vinnunevndini. Hann og Eyðdis Hartmann Niclasen mæla til at samtykkja uppskotið hjá Sambandsflokkinum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Partafelagsskattur

Fólkafloksmenninir siga, at grundhugsanin hjá teimum er framvegis hin sama. 

Tað besta fyri alivinnuna er ein størri partafelagsskattur, siga teir. 

Men fyri at loysa trupuleikan, sum verandi tøkugjaldsskipan hevur komið alivinnuni í her og nú, kann hetta vera ein millumskipan, til ein endalig skipan verður samtykt.  

Ein endalig skipan fyri avgjøld á alivinnuna eigur at hava partafelagsskatt sum høvuðslið. 

 

Jørgen Niclasen og Árni Skaale halda, at skipan við størri partafelagsskatti er tann besta, men uppskotið hjá Sambandsflokkinum kann vera ein millumskipan.

 

Tøkugjald og partafelagsskattur

Tó er ein skipan sum tann, ein arbeiðsbólkur í 2014 gjørdi um loyvisgjald í alivinnuni, eisini ein møguleiki. 

Arbeiðsbólkurin sigur, at ein lítil partur skal vera tøkugjald og tann størri parturin partafelagsskattur.  

Jørgen Niclasen og Árni Skaale heita á landsstýrismannin um at koma við einum uppskoti um hetta. Teir taka annars undir við uppskotinum hjá Sambandsflokkinum. 

 

Karlot Hergeirsson og hini samgongufólkini í vinnunevndini taka ikki undir við uppskotinum hjá Sambandsflokkinum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Betri tíð

Samgongufólkini, Annika Olsen, Karlot Hergeirsson og Uni Holm Johannesen, taka ikki undir við uppskotinum.

Men tey vildu, at vinnunevndin gav sær eitt sindur meira tíð at viðgera loyvisgjaldskipanna í alivinnuni.

Tí í viðgerðini í nevndini hava tey fingið varhugan av, at møguligt er at finna breiða semju um, hvussu skipanin eigur at vera.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 23. februar
Morgunlestur mánadagur 23.februar 2026
204592
Sunnudag 22. februar
Bolero
204621
Sunnudag 22. februar
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
204619
Leygardag 21. februar
Jambalaja - 210226
204591
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 22. februar
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
204615
Sunnudag 22. februar
Andaktin við Rasmusi Petersen
204613
Leygardag 21. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: VÍF - Kyndil
204604
Leygardag 21. februar
Steypafinalan hjá monnum: Kyndil - H71
204607
Leygardag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204575