Í myndum: Tá fótbóltsævintýrið hjá KÍ endaði

KÍ-leikararnir góvu alt, ið teir áttu, í dystinum móti Slovan Bratislava, fyri at halda lív í møguleikanum at vinna seg víðari úr bólkaspælinum í UEFA Conference League-kappingini og til sonevndu knockout-umførini og áttandapartsfinalurnar. 

KÍ-leikararnir stríddust í grundini eisini fyri at halda lív í føroyska fótbóltsævintýrinum, ið hevur hugtikið bæði okkum føroyingar, men eisini fótbóltsáhugað kring heimin, seinasta hálva árið. 

Hvussu ber tað yvirhøvur til, at eitt fótbóltsfelag úr einum lítlum føroyskum býi við 5000 fólkum kann spæla seg heilt í eitt endaspæl í einari evropiskari liðkapping fyri lið?

KÍ var á odda, men í gjárkvøldið vantaði neyvleikin í bæði álops- og verjuspælinum til at fáa javnleik ella vinna dystin. 

 

Besta liðið nakrantíð

Vit føroyingar kunnu ikki annað enn drýpa høvur í virðing og takka KÍ-leikarunum og øllum kring KÍ-liðið fyri nakrar fantastiskar upplivingar hetta seinasta hálvaárið.

Hetta eru upplivingar, sum í roynd og veru røkka langt út um sjálvt fótbóltsspælið inni á vøllinum. 

2023-liðið hjá KÍ fer í søguna sum tað liðið, ið hevur flutt føroyskan fótbólt longst fram á leið.

Ja, tað fer í søguna sum besta føroyska fótbóltsliðið nakrantíð. 

Myndamaður Kringvarpsins, Bjárni Árting Rubeksen, var staddur á Tórsvølli og í myndum, so fangaði hann løtuna, tá fótbóltsævintýrið hjá KÍ endaði.

 

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

Er kopiera