Dreki framleiðir streym til 700 húsarhald

Dreki framleiðir streym til 700 húsarhald
Gongst sum ætlað skal hesin drekin, sum nú er komin til Vestmanna, framleiða streym til 6-700 húsarhald
01.12.2023 - 19:30

Í eina tíð hava tveir gulir drekar svomið í Vestmannasundi. Tað er svenska fyritøkan Minesto, sum hevur gjørt kanningar við sjóvarfalsorku. Royndirnar higartil hava gingið rættiliga væl, og fyritøkan hevur nú gjørt ein 12 ferðir so stóran dreka - tann fyrsta og einasta í heiminum - sum nú er komin til Vestmanna.

Drekin hevur eitt veingjabreiði á 12 metrar, og vigar 28 tons. Hann skal setast á botnin í Vestmannasundi á umleið 72 metra dýpi, og fer at sveima í eini áttatalsrás, meðan rákið er, men hongur stillur á 8 metra dýpi í kyrrindum.

Úr fundamentinum verður sjókaðal førdur til Vestmanna.

SEV sær saman við Minesto risa møguleikar í sjóvarfalsorkuni í Føroyum

Minesto hevur gjørt streymmátingar og hevur ætlanir um at gera orkulundir kring landið.  Millum annað í Hestfirði, Skopunarfjørð, Leirvíksfirði, Svínoyarfirði, Skúvoyarfirði, Suðuroyarfirði og sunnan fyri Akraberg. 

Fyrsta ætlanin er í Heystfirði, har ætlanin er at hava 24 drekar. Nær drekar verða settir út har, er ikki greitt enn, sigur Terji Nielsen, menningarleiðari hjá SEV.

Um grind skuldi komið, so verður ikki hildið, at drekarnir órógva.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. november
RagnarRokk: Jakob Lærke Harris um Anomaly
215052
Sunnudag 1. november
Allahalganna guðstænasta í Havnar kirkju
215726
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711