Óvist um tøkugjøldini í alivinnuni verða broytt

Óvist um tøkugjøldini í alivinnuni verða broytt
Semja tykist vera um eina skipan, bæði við partafelagsskatti og tøkugjaldi, men í løtuni er ógreitt, um nakað uppskot kemur úr landsstýrinum um broytingar
Breið semja tykist vera um at broyta tøkugjøldini í alivinnuni, men í løtuni er óvist, um ella nær nakað uppskot kemur úr landsstýrinum.
 
04.12.2023 - 12:57

Inntøkumetingarnar frá alivinnuni fyri 2024 fullu munandi, tá landsstýriskvinnan í fíggjarmálum legði fíggjarlógaruppskotið fram 1. oktober, úr 400 milliónum kr., sum inntøkurnar vóru mettar til upprunaliga, niður í 313 milliónir krónur.

Við nýggja tøkugjaldsstiganum og einum framleiðslukostnaði, sum verður tillagaður hvørt hálva ár, er tað vorðið munandi verri at meta um inntøkurnar frá alivinnuni. 

Og tað vísti seg eisini, at framleiðslukostnaðurin reyk upp á 50 krónur, úr 42 krónum 1. oktober. Tað hevur við sær, at tøkujaldið fer at vera millum 0,5 og fimm prosent í longri tíðarskeið.

Síðani hevur landsstýrismaðurin í vinnumálum fleiri ferðir sagt, at hann kemur við einum nýggjum uppskoti um tøkugjald. Hetta hevur kanska mest sambandi við, at Bakkafrost sigur, at stigin er ein bági fyri virkið, tá ið vørurnar skulu virkast meira. 

 

Uppskot hjá Sambandsflokkinum ikki undirtøku

Tá Bakkafrost segði 140 fólkum upp í november, legði Sambandsflokkurin eitt uppskot fram um ein annan tøkugjaldsstiga. Tað fær ikki undirtøku í vinnunevndini, men nú tykist sum breið seg er í politisku skipanini um at gera ein nýggjan leist fyri tøkugjøld í alivinnuni. Uppskotið kemur til aðru viðgerð í tinginum hósdagin. 

Semja tykist vera um ein leist, har ein partur er partafelagsskattur og ein partur tøkugjald.

Bólturin er nú aftur hjá landsstýrismanninum í vinnumálum, men Høgni Hoydal vil í dag einki siga um, hvussu langt arbeiðið er komið, ella um nýtt uppskot kemur. 

Arbeitt verður við málinum, sigur landsstýrismaðurin í vinnumálum

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211834
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659