Óbroytt skattaprosent, men størri barnafrádráttur

Óbroytt skattaprosent, men størri barnafrádráttur
Fíggjarætlanin hjá Tvøroyar kommunu fyri 2024 javnvigar við 123,3 mió. kr.
Tvøroyrar kommuna væntar, at inntøkurnar næst ár vera 95,1 millión kr., 600.000 kr. meira enn í ár. (Savnsmynd)
 
04.12.2023 - 13:58

Skattaprosentið á Tvøroyri verður tað sama næsta ár sum í ár, 20,9.

Men barnafrádrátturin hækkar 1000 krónur, upp í 8.000 krónur.

Og øll børn í Tvøroyrar kommunu fáa framvegis virðiskortið, sum er 2.000 kr.

Fíggjarætlanin hjá Tvøroyar kommunu fyri 2024 javnvigar við 123,3 mió. kr.

Inntøkurnar eru mettar at vera 95,1 millión, 600.000 kr. meira enn í ár.

Raksturin fer at kosta 90,2 milliónir, 5,5 prosent meira enn í ár.

Ætlanin er at gera íløgur fyri 30 mió. kr., og  ætlanin er at lána 23,5 milliónir til íløgur.


 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Mánadag 9. november
Møti hjá Brøðrasamkomuni við Tjarnir
216106
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083