VIT í jólahýri

Um KVFTíðindi
VIT í jólahýri
Umframt jólakalendara í útvarpi og sjónvarpi er VIT-appin á tremur við jólasendingum í desember mánaði
 
05-12-2023

Kalendarin sigur nú 4. desember, og vit í Kringvarpinum eru av álvara komin í jólahýr. Tað sæst aftur í skránni til børnini, sum er full av góðum jólatilfari úr útvarpinum og sjónvarpinum. Bæði gamlar perlur úr savninum og nýtt tilfar er tøkt til børn og foreldur.

Í sjónvarpinum er nýggjur partur av jólakalendaranum Luka og leikhúsið at síggja hvørt kvøld kl. 18.30. Luka og leikhúsið snýr seg um fátæka og einsamalla Luka, sum býr saman við pápa sínum í býnum Kristiania. Luka fær vinfólk í leikhúsinum, sum pápin forbjóðar honum at vitja. Hann verður bergtikin av tí lívliga gerandisdegnum í leikhúsinum, sum er fult av gandi og loynidómum, og ein nýggjur heimur letur seg upp fyri honum. Luka og leikhúsið er ein jólakalendari fyri alla familjuna.

Jólakalendari er eisini í barnaútvarpinum hvønn gerandismorgun kl. 7.15-7.30. Í ár er jólakalendarin í útvarpinum "Jólabandið" í 18 pørtum, sum Jákup Veyhe hevur lagt til rættis.


Ring til Julius – beinleiðis úr Likkudali

Julius jólamaðurin hevur nógv at gera, nú tað stundar til jóla. Hóast tað, hevur hann tíð at tendra sítt filmstól, sum fer beinleiðis inn í allar stovur í Føroyum. Rógvi er raskur at vitja Julius, og hann hevur altíð okkurt nýtt at vísa Juliusi, sum hann hevur lært í skúlanum. Hvat teir kunnu finna uppá, er altíð spennandi. Eitt, sum teir altíð gera, er at vísa hvørjum øðrum heimaupptøkur á VHS-bondum. Eisini fáa føroysk børn møguleika at ringja beinleiðis inn til Julius og Rógva og fortelja, hvat tey ynskja sær í jólagávu.

Børnini kunnu ringja beinleiðis til Julius komandi mánakvøldini í desember kl. 18.


Jólahýrur í appini

Í VIT-appini finnur tú bæði ársins jólakalendara í sjónvarpinum, eldri jólakalendarar, eittnú Jólagøtan, Pjøppa og Goffi, Dólgarnir og eldri jólafilmar at stytta sær stundir við myrku vetrardagarnar. 

Jólaaftan kunnu børnini sessast og hyggja at sendingini 'Meðan vit bíða' saman við góðum vertum og jólaligum teknifilmum, eitt nú Grísa Peppu, Sáru og dunnu og Mouk.

Mongu jólaligu útvarpssendingarnar eru ikki tøkar í appini enn, men eru at finna á kvf.fo/vit/utvarp. 


 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 2. mai
Andakt
207816
Fríggjadag 1. mai
Kakumiks 2 (7:7)
207781
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta úr Havnar kirkju
207810
Fríggjadag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207805
Hósdag 30. apríl
Sharenting
207472

Um kvf css