Flyta játtan til innkomuvegin til í ár

Flyta játtan til innkomuvegin til í ár
Landið letur 110 milliónir krónur til verkætlanina, og arbeiðið verður liðugt í 2024
Innkomuvegurin til Havnar verður eftir ætlan longu liðugur næsta ár, og tí er ætlanin at flyta pengar, sum skuldu brúkast í 2024, til í ár. (Savnsmynd)
 
05.12.2023 - 08:18

Við árslok verða 60 prosent av innkomuvegnum í Havn liðug.

Tí er neyðugt at hækka játtanina úr landskassanum í ár, hevur fíggjarnevndin hjá løgtinginum fingið at vita frá landsstýrinum.

Talan er tó ikki um størri játtan, men um at flyta pengar til 2023.

Landið letur 110 milliónir krónur til verkætlanina.

Í ár eru 22,3 mió. kr. í fíggjarlógini, 31 milliónir næsta ár, 36,4 milliónir í 2025 og 20,2 milliónir í 2026.

 

Liðugt næsta ár

Sambært Tórshavnar kommunu verður arbeiðið liðugt í 2024. 

Eftir tí eigur stuðul landsins at vera liðugt goldin í 2024. Tí eigur Tórshavnar kommuna at fáa 66 mió.kr. í ár. Men tøka játtanin er bara 22,3 mió.kr.

Og næsta ár eigur Tórshavnar kommuna eisini at fáa tað, sum er sett av í 2025 og 2026, talan er um 44 mió. kr., sum eru eftir av teimum 110 milliónunum.

Landsstýrið biður løgtingið hækka játtanina 12,9 mió.kr. næsta ár., so hon verður 44 milliónir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Mánadag 9. november
Møti hjá Brøðrasamkomuni við Tjarnir
216106
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083