88 fólk innløgd, hóast viðgerðin er liðug

88 fólk innløgd, hóast viðgerðin er liðug
Tey høvdu 2.670 seingjardagar, og kostnaðarmetingin er góðar átta milliónir
Frá januar til november vóru 88 fólk innløgd á sjúkrahúsum, hóast tey vóru liðugt viðgjørd. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
05.12.2023 - 11:28

Í ár, frá januar til november, vóru 88 fólk innløgd á sjúkrahúsum, hóast tey vóru liðugt viðgjørd har.

Tey høvdu 2.670 seingjardagar. Kostnaðarmetingin er slakar 8,2 mió.kr.

Talið er vaksið síðani 2020. 

Tað var 44 í 2020, 65 í 2021 og 68 í 2022. Kostnaðurin er tí eisini vaksin, úr góðum 2,3 mió.kr. í 2020.

Tað sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna, í svari til Eirik í Jákupsstovu, løgtingsmann.

 

Eirikur í Jákupsstovu, løgtingsmaður.

 

Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum. 

 

Danskir prísir

Kostnaðarmetingin byggir á danskar prísir, tí eingi føroysk tøl eru.

Men føroyskir prísir eru um ávísar serskipanir, sum eru lagdir aftrat kostnaðarmetingini.

Spurt var eisini, hvussu nógv eru yvir 67 ár.

Tey eru 71 higartil í ár. Tey vóru 36 í 2020, 52 í 2021 og 52 í fjør. Flestu teirra, sum eru innløgd, hóast tey ikki eru sjúk longur, eru ti yvir 67 ár.

Margit Stórá sigur, at hon fer at taka hesi viðurskifti upp politiskt.

Millum annað fer hon at kanna, um ein skipan, har gjøld verða tikin frá avvarðandi myndugleikan, kann vera ein partur av loysnini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214755
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609