Arbeiddi ímóti felagsleiðsluni í Sjúkrahúsverkinum

Arbeiddi ímóti felagsleiðsluni í Sjúkrahúsverkinum
Steinar Eirikstoft, forstjóri, skrivaði til Heilsumálaráðið, at hann hevði mist álitið á Alexandru á Dul, stjóra á Klaksvíkar sjúkrahúsi, m.a. í sambandi við skannaramálið
Alexandra á Dul, stjóri í Sjúkrahúsverkinum, og stjóri á Klaksvíkar sjúkrahúsi. Steinar Eirikstoft, forstjóri, skrivaði til Heilsumálaráðið, at hann hevði mist álitið á Alexandru á Dul, m.a. í sambandi við skannaramálið. (Savnsmynd)
 
06.12.2023 - 13:33

 

 

  • Ein læknasetan á Klaksvíkar Sjúkrahúsi
  • Ein ársfrágreiðing - og ein manglandi ársfrágreiðing,
  • og lekar til miðlar og politikarar frá ovastu leiðsluni í Sjúkrahúsverkinum

Tað eru, umframt málið við teslaskannaranum, viðurskifti, sum fáa forstjóran í Sjúkrahúsverkinum og táverandi sjúkrahússtjóran á Suðuroyar sjúkrahúsi, at ivast í stevinum í leiðsluni í Sjúkrahúsverkinum, so leingi Alexandra á Dul er stjóri á Klaksvíkar sjúkrahúsi.

Tað vísir innlit, sum Kringvarpið  hevur fingið í fundarfrásagnir, millum annað frá einum fundi á Suðuroyar sjúkrahúsi. 

 

Leiðslubygnaðurin í Sjúkrahúsverkinum 

Tann 22. mai í ár eru Steinar Eirikstoft, forstjóri, Hans Pauli Henryson, sjúkrahússtjóri, Margit Stórá, landsstýriskvinna, og Turið Arge, aðalstjóri í Heilsumálaráðnum, á fundi á Suðuroyar sjúkrahúsi. 

Ivamál var reist í leiðslubólkinum, um tað yvirhøvur ber til at hava ein trístreingjaðan leiðslubygnað  tí lokalpolitisk mál fylla nógv. Tað er málið um skannaran, sum er vorðið sera kensluborið, dømi um. 

Málið avdúkar, at sjálvur bygnaðurin er viðbrekin, halda Steinar Eirikstoft og Hans Pauli Henryson. Tað gongur væl í Sjúkrahúsverkinum í gerandisdegnum, men tá lokal og politisk eldfim mál verða viðgjørd, eru trupulleikar.

 

Steinar Eirikstoft, forstjóri í Sjúkrahúsverkinum. (Savnsmynd)

 

Í sjálvdrátti

Á fundinum í Suðuroy tann 22. mai kemur fram, at Steinar Eirikstoft og Hans Pauli Henryson meta, at Alexandra á Dul arbeiðir í sjálvdrátti og í andsøgn við endamálið um at sameina Sjúkrahúsverkið.

Eitt dømi er, at Landssjúrkahúsið og Suðuroyar sjúkrahús kendu einki til eina læknasetan á Klaksvíkar sjúkrahúsi, fyrr enn tað var kunnað um hetta á einum leiðslufundi, sum var hildin á Klaksvíkar sjúkrahúsi. 

Haraftrat bleiv ein ársfrágreing ein trupulleiki,  tí ætlanin var, at Sjúkrahúsverkið skuldi gera eina felags ársfrágreiðing.

Ársfrágreiðingin bleiv ikki liðug, tí Alexandra á Dul hevði nakrar treytir til hana. 

 

Hans Pauli Henryson, fyrrverandi stjóri í Sjúkrahúsverkinum og á Suðuroyar sjúkrahúsi. (Savnsmynd)

 

Gjørdi egna frágreiðing

Alexandra á Dul gjørdi síðani av sínum eintingum eina árfrágreiðing um virksemið á Klaksvíkar sjúkrahúsi, og sendi løgtingslimum og landsstýrisfólkum hana. 

Steinar Eirikstoft og Hans pauli Henryson vóru ikki kunnaðir um hetta, og kendu heldur einki til hesa árfrágreiðing, fyrr en ein løgtingslimur úr Suðuroynni setti seg í samband við Hans Paula Henryson og spurdi, hví Suðuroyar sjúkrahús ikki ger eina slíka, og hví eitt sameint sjúkraúsverk ikki sendir eina slíka frágreiðing út.

Haraftrat verður nevnt, at tað verður likið frá leiðslubólkinum, serliga til Norðlýsið og politikarar, um teslaskannaran. 

Serliga málið um skannaran ger útslagið, og innlitið vísir, at Steinar Eirikstoft vil sleppa av við Alexandru á Dul.

Í teldubrævi til Heilsumálaráðið skrivar forstjórin: 

  • Eg havi ikki longur álit á Alexandru á Dul, stjóra
  • Tað er ikki longur álit í yvirskipaðu leiðsluni í Sjúkrahúsverkinum á Alexandu á Dul
  • Umdømi hjá Sjúkrahýsverkinum er ávirkað neiliga
  • Umdømið hjá mær sum forstjóra, og harvið umdømi viðvíkjandi samstarvinum í leiðsluni fyri Sjúkrahúsverkið er ávirkað neiliga
  • Umdømið hjá Sjúkrahúsverkinum er ávirkað neiliga

Ein orsøk til hetta er, at Alexandra á Dul hevur úttalað seg í miðlum um skannaran langt áðrenn leiðslan hevur havt møguleika at viðgera málið, og at hon hevur miðlað tann jaliga partin við einum nýggjum skannara og stórari peningaupphædd, men valdi ikki at kunna um, at tað fylgdu treytir við.

 

Noyddist at kunna um treytirnar

- Eg sum forstjóri mátti kunna um, at tað fylgja treytir við brævinum frá løgfrøðinginum, og tað gjørdist skjótt greitt, at eg, sum myndi alt Sjúkrahúsverkið, komi í ringt ljós, og eg meti, at mítt leiðslumandat, ikki bara á Klaksvíkar sjúkraúsi, men í øllum Sjúkrahúsverkinum, er í vanda, skrivar Steinar Eirikstoft til Heilsumálaráðið.

Hann vil hava aðalráðið at viðgera málið, tí sambært bygnaðinum liggja setanarviðurskiftini hjá Alexandru á Dul í Heilsumálaráðnum.

Sum kunnugt,  valdi landsstýriskvinnan í heilsumálum ikki at koyra Alexandru á Dul frá, og tað er ivasamt, um hon hevði yvirlivað tað politiskt, tí málið um skannaran var vorðið eitt rættiliga eldfimt politiskt mál.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. juli
Morgunlestur leygardagur 20. juli 2024
177838
Fríggjadag 19. juli
Morgunlestur fríggjadagur 19. juli 2024
177837
Hósdag 18. juli
RagnarRokk 18.juli 2024
176485
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. juli
Veðrið
178247
Fríggjadag 19. juli
Óli Mittún og Eivør Pálsdóttir
178182
Týsdag 16. juli
Veðrið
178118
Mánadag 15. juli
Hin rusuti á Aconcagua (3:10)
177771
Leygardag 13. juli
Føroyar - Montenegro (2-1)
178016