Kringvarpið tekur uppsagnirnar aftur

Um KVF›Tíðindi
Kringvarpið tekur uppsagnirnar aftur
Eitt lógaruppskot er á veg í løgtingið, sum bøtir um inntøkugrundarlagið hjá KVF. Hetta broytir fyritreytirnar fyri sparingunum, og tí fremur KVF ikki ætlaðu uppsagnirnar
Fyritreytirnar fyri sparingunum eru broyttar, og tí fremur KVF ikki ætlaðu uppsagnirnar.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
08-12-2023

Eitt lógaruppskot er á veg í løgtingið, sum bøtir um inntøkugrundarlagið hjá KVF. Um uppskotið verður samtykt, skal KVF spara góðar 3 mió. í staðin fyri góðar 8 mió. krónur.

"Hetta broytir fyritreytirnar fyri sparingunum, og tí fremja vit ikki ætlaðu uppsagnirnar", sigur kringvarpsstjórin.

Samgongan hevur í samgonguskjalinum sett sær fyri at styrkja KVF. Eitt broytingaruppskot til kringvarpslógina er nú farið til hoyringar. Sambært uppskotinum fer kringvarpsgjaldið fyri persónar at hækka við 13 krónum um mánaðin, og síðani verður tað prístalsjavnað við 2 prosentum frá 2025. Um uppskotið verður samtykt, fær KVF góðar 5 mió. kr. meira í inntøkum í 2024. Uppskotið broytir fyritreytirnar fyri sparingunum upp á 8,2 mio. kr., sum Kringvarpið er farið undir at fremja.

”Fyri trimum vikum síðani tóku vit stig til at fremja sparingar, sum svara til útvið 11 ársverk. Við tí, sum nú liggur á borðinum, taka vit ætlaðu uppsagnirnar í fasta starvsfólkahópinum aftur”, sigur kringvarpsstjórin, Ivan Hentze Niclasen. ”Vit skulu tó framvegis spara 3 mió. krónur fyri at koma á slætt í 2024, og tær mugu vit finna í rakstrinum”, leggur hann afturat. 

Hoyr samrøðubrot við Ivan Hentze Niclasen í útvarpstíðindunum:

 

08122023_Ivan_2

 

Enn er ov tíðliga at siga nakað um, hvussu hetta fer at ávirka skránna. ”Onki uppskot er samtykt enn, og tí eru vit í eini bíðistøðu”, sigur kringvarpsstjórin. Hann leggur afturat, at Kringvarpið – hóast hetta uppskotið – framvegis skal spara í rakstrinum, og tí má framleiðslukostnaðurin av sendingum niður. Hann hevur tó vónir um, at nakrar sendingar, sum eftir ætlan skuldu sparast burtur, nú kunnu verða verandi á skránni.  


Lógaruppskotið bøtir um inntøkugrundarlagið

Kringvarpsstjórin fegnast um, at ein prístalsjavning er við lógaruppskotinum. ”Hesum hava vit sóknast eftir í fleiri ár, tí meðan lønir og prísir hækka, hevur kringvarpsgjaldið staðið í stað”, sigur Ivan Hentze Niclasen. Hann vísir tó á, at ein prístalsjavning upp á 2 prosent ikki er nóg mikið til at standa ímóti lønar- og prísvøkstrinum, sum er væl oman fyri tey tvey prosentini. Hann mælir tí til, at lógaruppskotið verður tillagað, soleiðis at haldførið hjá Kringvarpinum verður betri tryggjað.

 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576

Um kvf css