Oyggjaleikir í Føroyum fyrr enn ætlað

Oyggjaleikir í Føroyum fyrr enn ætlað
Ynis Môn hevur tikið seg aftur, og tí fáa Føroyar longu leikirnar í 2027
 
22.12.2023 - 15:02

Nú er greitt, at Føroyar verða vertir fyri Oyggjaleikunum longu í 2027.

Á Guernsey í summar var avgjørt, at Oyggjaleikirnir í 2031 skuldu vera í Føroyum. Leikirnir 2027 skuldu eftir ætlan vera á Ynis Môn, men av serligum orsøkum hevur Ynis Môn tikið seg aftur.

Føroyar hava tískil fingið í boði at vera vertir fyri Oyggjaleikunum longu í 2027,  ÍSF hevur tikið av møguleikanum.

Føroyar vóru vertir fyri Oyggjaleikunum í 1989.

 

3.000 íðkarar

Og nú, nærum 40 ár seinni, verða teir aftur í Føroyum.

24 tjóðir við fleiri enn 3.000 íðkarum koma til Føroya at kappast.

ÍSF og landsstýrið siga, at tey eru sannførd um, at vit eru klár at hýsa Oyggjaleikunum í 2027.

Fyrstu fyrireikingar byrja tíðliga í nýggja árinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Mánadag 9. november
Møti hjá Brøðrasamkomuni við Tjarnir
216106
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083