Pedagogfelagið: Tvørligar sáttmálasamráðingar

Pedagogfelagið: Tvørligar sáttmálasamráðingar
Eins og hjá sjúkrarøktarfrøðingum, arga arbeiðstíðarreglurnar, sigur formaðurin í Pedagogfelagnum
Jógvan Philbrow er formaður í Føroya Pedagogfelag.
 
22.12.2023 - 15:50

"Tvørligar sáttmálasamráðingar," er yvirskriftin í nýggjasta Pedagogblaðnum, har formaðurin í Føroya Pedagogfelag lýsir síni sjónarmið í gongdini í sáttmálasamráðingunum við Fíggjarmálaraðið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið

Í greinini nevnir Jógvan Philbrow fleiri økir, sum gera tað trupult at samráðast.

Men tað eru serliga arbeiðstíðarreglurnar, sum arga, eins og tað gjørdi hjá sjúkrarøktarfrøðingunum, stendur í greinini.  

Tí, sum felagið sigur í greinini, so skulu arbeiðstíðarreglur í fyrsta lagi leggja upp fyri, at nógvir námsfrøðingar og hjálparfólk arbeiða skeivar tíðir ella í vaktum.

 

Arbeiða, tá ið onnur hava frí

- Tá tú til dømis ikki arbeiðir innan fyri karmarnar á eini vanligari 40 tíma viku í dagtímunum - onkur sáttmáli hevur styttri arbeiðsviku - so arbeiðir tú, tá flest onnur hava frí. Og tá ið tú samanborið við normala arbeiðstíð, eisini átti at havt frí.

- Og har renni eg meg persónliga í nakrar gevaldigar prinsipiellar trupulleikar, tá eg hoyri retorikkin frá arbeiðsgevarasíðuni. Tí, sum eg skilji tað, krevja tey, at allir batar á økinum skulu mótroknast í karminum, sigur Jógvan Philbrow, formaður í Føroya Pedagogfelag, í Pedagogblaðnum. 

 

Karmurin eisini trupulleiki

Somuleiðis stendur í greinini, at sjálvur karmurin eisini er ein trupulleiki, tí felagið ikki kann góðtaka, at fyrsta sáttmálaárið skal ganga heilt til 1. apríl næsta ár, áðrenn námsfrøðingarnir fáa ta lønarhækkingina, sum onnur fáa afturvirkandi frá 1. oktober í ár. 

Vit hava roynt at fáa fingið orðið á Jógvan Philbrow, men tað hevur ikki eydnast.

Les Pedagogblaðið her.

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Mánadag 9. november
Møti hjá Brøðrasamkomuni við Tjarnir
216106
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083