Segði seg úr starvi, orsaka av misáliti frá landsstýriskvinnuni

Segði seg úr starvi, orsaka av misáliti frá landsstýriskvinnuni
Misálit frá landsstýriskvinnuni, Margit Stórá, var beinleiðis orsøk til at Hans Pauli Henryson segði seg úr starvi, sum sjúkrahússtjóri á Suðuroyar Sjúkrahúsi.
Hans Pauli Henryson, fyrrverandi sjúkrahússtjóri í Sjúkrahúsverkinum
 
23.12.2023 - 09:56

Misálit frá Margit Stórá, landsstýriskvinnu í heilsumálum, var beinleiðis orsøk til, at Hans Pauli Henryson segði seg seg úr starvinum sum sjúkrahússtjóri á Suðuroyar Sjúkrahúsi.

Tað sæst í 18 síður longu frágreiðingini, sum Turið Arge, aðalstjóri í heilsumálaráðnum, hevur sent løgmansskrivstovuni í sambandi við umboðsmannamálið, har løgmansskrivstovan hevur kravt frágreiðing frá bæði Margit Stórá, landsstýriskvinnu, og Turið Arge, aðalstjóra.

Menningarfundur var millum sjúkrahúsleiðsluna og landsstýriskvinnuna fríggjadagin 16. juni í ár, og mánadagin 18.juni valdi Hans Pauli Henrysson at skriva uppsøgnina beinan vegin, ið hann kom til arbeiðis.

Í frágreiðingini frá Turið Arge sæst, at Hans Pauli Henryson í fleiri umførum hevur roynt at fingið við í fundarfrágreiðingina, hvat eftir hansara tykki hendi á menningarfundinum tann 16. juni. Men, Heilsumálaráðið hevur ikki viljað tikið hansara íkast við í fundarfrágreiðingina.

7. september, tá fundarfrágreiðingin er liðug og send út, skrivar Hans Pauli Henryson millum annað: 

Ein av mínum ítøkiligu viðmerkingum er ikki tikin við í endaligu frágreiðingina, sum nú er send mær. Hendan viðmerkingin snýr seg um álitið millum landsstýriskvinnuna og leiðsluna í Sjúkrahúsverkinum, sum eg eri partur av. Tað er SERA álvarsamt, tá landsstýriskvinnan á einum formellum fundi sigur: "Eg havi ikki álit á tykkum", og at tað ikki er gott nokk. Tí JÚST hendan útsøgn er ein av orsøkunum til, at eg havi sagt meg úr starvi sum stjóri í Sjúkrahúsverkinum og stjóri á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Eg kann ikki liva við at vera í einum starvi, har ivi er um mína arbeiðsførðslu."

Tað skrivar altso Hans Pauli Henrysson, fyrrverandi sjúkrahússtjóri, til Turið Arge 7. september, tá hann enn einaferð ger vart við sína misnøgd um fundarfrágreiðingina frá fundinum, sum fekk hann at siga seg úr starvi sum sjúkrahússtjóri.

Meira um hetta í tíðindunum á døgurða.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Mánadag 13. juli
Poppverturin 7
208460
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815