Ársins Rósa: Randi Waag Jacobsen

Ársins Rósa: Randi Waag Jacobsen
Randi Waag Jacobsen, fekk í gjár heiðurin Ársins Rósa, fyri stóra hjálpararbeiði hon, við øðrum, hevur gjørt fram til jóla
Randi Waag Jacobsen, við gávubrævi og kurv, tá hon fekk heiðurin Ársins Rósa
Mynd: Norðlýsið  
 
23.12.2023 - 12:01

Tá jólaskipið kom á Klaksvík í gjár, var tað ikki bert við jólamonnum og jólagávum umborð - við sær høvdu teir eisini Ársins Rósu. 

Ársins Rósa er ein árlig viðurkenning, ið verður latin fyri vælgerandi arbeiði í Klaksvíkar Kommunu.

Í grundgevingini segði borgarstjórin Karl Johansen, millum annað soleiðis: 

" Av sínum eintingum, og í tí stilla, hjálpir ársins rósa barnafamiljum, einligum foreldrum, fyritíðarpensjónistum, støkum uppihaldarum og øðrum við mati og klæðum. Hon er sera vinarlig og hjálpsom, og við sínum hjartaliga lyndi ger hon alt fyri at stuðla familjum og einstaklingum, tí ongin skal sita svagnur á jólum. Ársins rósa hevur seinastu árini sæð ein øktan tørv á at hjálpa, tí tað eru mong, sum hava tað trupult við at fáa pengarnar at strekkja til.  Ársins rósa hevur eina facebook síðu, sum eitur "Yvirskot til tín". Her kunnu fólk seta seg í samband við ársins rósu, um tey hava gávur, s um tey ynskja at geva víðari til onnur. Tað kann millum annað vera gávukort, matur ella jólapakkar. Seinastu vikurnar hevur tað víst seg, at tað eru mong, sum hava fingið stóra gleði av hjálpini, sum verður veitt í nærumhvørvinum. Eisini hevur tað víst seg, at tað eru nógv fólk, sum vilja gera mun, og tí hava tikið lut í hesum hjálpararbeiði. Vinnulív, handlar og privatpersónar, sum heild, hava á ymiskan hátt latið til endamálið. 
Við hesari hjálp og hennara hjálpandi hondum hevur tað enn einafeðr eydnast henni, saman við manninum, at samskipa eitt átak, sum ger stóran mun, og sum minnir okkum øll á týdningin av, at hugsa um okkara næsta. 
At vera nakað fyri onnur er ongin sjálvfylgja." 

 

Hetta er 18.ferð at ársins rósa verður latin. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Týsdag 14. juli
Ung lesa 3.partur - Kjarr
210829
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815