Norskir Kiel-liðfelagar: Gleða seg til dyst ímóti "Skippy"

bannari
Norskir Kiel-liðfelagar: Gleða seg til dyst ímóti "Skippy"
Harald Reinkind og Petter Øverby gleða seg at spæla ímóti Eliasi Ellefsen á Skipagøtu, sum teir í Kiel vanliga kalla "Skippy" eftir eini avstralskari barnarøð um eina kenguru
12.01.2024 - 11:54

Tað er ikki greitt, um tað er Petter Øverby ella Harald Reinkind, sum hevur funnið upp á eyknevnið "Skippy", men Elias Ellefsen á Skipagøtu heldur, at tað var Petter.

Norsku liðfelagarnir hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu úr THW Kiel hava navnið úr eini avstralskari barnarøð, sum helst hevur gingið í norskum sjónvarpi fyri nógvum árum síðani.

 - Vit máttu einfalda navn hansara onkursvegna, men hann er jú alt ov ungur at kenna kenguruna "Skippy", sum gekk í sjónvarpinum, tá eg var lítil, fortelur Harald Reinkind.

 - Í Týsklandi enda øll eyknevnini við "i", og teir kundu ikki siga"Eliasi", søgdu teir, so teir máttu siga "Skippy", greiðir Elias Ellefsen á Skipagøtu frá.


Gleða seg til dyst ímóti liðfelaganum

Petter Øverby hevur spælt í THW Kiel síðan 2022, og hann gleðir seg at standa yvirav føroyska liðfelaganum, tá Norra og Føroyar bresta saman í annaðkvøld.

 - Vit spæla ímóti honum hvønn dag í venjing, og vita, hvussu góður hann er, sigur norski strikuspælarin, og Harald Reinkind tekur undir.

 - Tú veitst ongantíð, hvat kann henda við honum. Hann ger tey mest ótrúligu tingini, og eg vænti, at hann fer at gerast betri og betri í Kiel, so hvørt sum hann verður eldri.

Føroyski spælskiparin, sum skeyt ikki færri enn níggju mál í tapinum fyri Slovenia hósdagin, er eisini spentur upp á dystin ímóti norðmonnunum.

 - Norra er eitt lið í heimsflokki, og nú fáa vit at síggja, hvussu væl vit klára okkum ímóti teimum, sigur Elias Ellefsen á Skipagøtu.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. januar
Bolero
203192
Sunnudag 25. januar
EM-tíðindi 25. januar 2026
203191
Sunnudag 25. januar
Ættirnar syngja og suða
203190
Sunnudag 25. januar
Gudstænasta í Havnar kirkju
203187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. januar
Andaktin við Tóri Jacobsen
203189
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Hondbóltur: Føroyar - Slovenia
203138