Norski venjarin: Hava fyrireikað seg væl upp á Elias og Óla

bannari
Norski venjarin: Hava fyrireikað seg væl upp á Elias og Óla
Venjarin hjá norska hondbóltslandsliðnum, Jonas Wille, dylir ikki fyri, at Norra vil hava fult stigatal, og tí hava teir fyrireika seg væl upp á fótfimu føroysku spælararnar
13.01.2024 - 11:28

Norra ætlar sær víðari úr bólki D við fullum stigatali.

Tað dylir venjarin, Jonas Wille, ikki fyri undan dystinum ímóti Føroyum leygarkvøldið.

Norðmenn vunnu stórsigur á Póllandi í fyrsta umfari, og norski venjarin vónar, at hansara spælarar megna at endurtaka góða verjuavrikið í dystinum ímóti fótfimu føroysku spælarunum.

 - Tað verður ein stór avbjóðing, serliga ímóti Eliasi og Óla Mittún, at eydnast við fyrsta tvídystinu ímóti teimum, tí teir eru so dugnaligir mann ímóti manni, segði Jonas Wille.

Norska verjan er sera sterk, og tí verður roknað við, at Føroyar fara at spæla nógv sjey ímóti seks-álopsspæl, og tað hevur Jonas Wille eisini fyrireika sínar menn upp á.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328