- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fyrireika oyggjaleikirnar
21.01.2024 - 15:31
Ítróttur›Annar ítróttur
Fyrireika oyggjaleikirnar
Ítróttasambandið skal hava samskipara

Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
Petur Mittún er aðalskrivari í ÍSF
Ítróttasamband Føroya søkir nú eftir einum samskipara til Oyggjaleikirnar, sum verða í Føroyum í 2027.
Hoyr samrøðu við Petur Mittún, aðalskrivara í Ítróttasambandi Føroya.
Umframt at seta ein samskipara fer ÍSF eisini í næstum at seta eina oyggjaleikanevnd, sum verður mannað við fólkum, sum skulu hava høvuðsábyrgdina av teimum ymsu arbeiðsøkjunum í sambandi við leikirnar, so sum fíggjarviðurskifti, marknaðarføring, gisting, matur, logistikki og sjálvum kappingunum, umframt av setanarhátíðini og endahátíðini, sum eisini eru stór tiltøk í sjálvum sær.
Tak niður
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV











