Dátueftirlitið gav Løgmálaráðnum álvarsliga átalu

Dátueftirlitið gav Løgmálaráðnum álvarsliga átalu
Talan var um persónsupplýsingar í sambandi við veljaraváttanir hjá Sjálvstýri
Av misgáum hevði Løgmálaráðið latið persónsupplýsingar hjá heilt nógvum skrásettum fólkum til ein óviðkomandi triðjapart. Talan var um yvir 800 veljaraváttanir hjá Sjálvstýri. (Savnsmynd)
 
24.01.2024 - 18:00

Ein almennur myndugleiki, sum er Løgmálaráðið, hevur fingið álvarsliga átalu frá Dátueftirlitinum.

Tann 22.november í fjør sendi Løgmálaráðið Dátueftirlitinum eina fráboðan um trygdarbrot. 

Av misgáum hevði Løgmálaráðið latið persónsupplýsingar hjá heilt nógvum skrásettum fólkum til ein óviðkomandi triðjapart. Talan var um nøvn og føðingardagar.

Og talan var um yvir 800 veljaraváttanir hjá Sjálvstýri.

Løgmálaráðið svaraði eftirlitinum, at tað hevði onga skrivaða mannagongd um, hvussu trygdarbrot skulu handfarast.

Dátueftirlitið gav tí Løgmálaráðnum eina álvarsliga átalu, og kravboð um at gera eina skrivliga mannagongd um at handfara trygdarbrot.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Hósdag 9. juli
RagnarRokk: Mickey Dee um Lex Legion
209720
Hósdag 9. juli
Summarbeiti 9. juli 2026
210735
Hósdag 9. juli
HM-tíðindi 9. juli 2026
210721
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523