Kanna rundkoyring og ferðsluljós á vegamóti

Kanna rundkoyring og ferðsluljós á vegamóti
Eigarafeløgini í Hoyvík hava latið Tórshavnar kommunu undirskriftir, tí tey siga, at ferðsluviðurskiftini eru ótolandi
Ferðsluviðurskiftini á vegamótinum Vegurin lang/Løgmanabreyt eru ótolandi, siga eigarafeløgini. Rundkoyring verður mett at kosta átta milliónir kr.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
29.01.2024 - 11:42

Tórshavnar kommuna fer nú at kanna, um ein rundkoyring ella ferðsluljós skulu loysa ferðsluviðuskiftini á vegamótinum Vegurin langi/Løgmannabreyt.

Eigarafeløgini í Hoyvík, tey eru seks í tali, siga, at ferðsluviðurskiftini eru ótolandi.

Tey hava latið kommununi undirskriftir fyri at fáa hana at gera viðurskiftini betri.

Býráðið samtykti hósdagin at játta 350.000 kr. til fyrireikingarnar.

Ein fyribils meting sigur, at ein rundkoyring kostar átta milliónir krónur.

Ferðsluljós kosta fýra milliónir, sigur fyribils meting.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213