Hóttan um innflutningsbann var helst bluff

Hóttan um innflutningsbann var helst bluff
Tór Marni Weihe, ið lesur russiskt mál og russisk viðurskifti, heldur tó, at Føroyar eru partur av hybridkríggi við Russland, og tí eiga vit at ansa okkum
Russar hóttu við innflutningsbanni av føroyskum fiskavørum undan fiskirættindasamráðingunum í fjør. (Savnsmynd)
 
01.02.2024 - 18:00

Talan var allarhelst um bluff frá russiskari síðu, tá hótt var við innflutningsbanni undan samráðingunum um nýggja fiskiveiðiavtalu fyri 2024.

Tór Marni Weihe,  ið lesur russiskt mál og russisk viðurskifti á universitetinum í Keypmannahavn, sigur, at neyvan fara russar at seta innflutningsbann fyri føroyskum fiskavørum.

 

Tór Marni Weihe.

 

Føroyar hava gjørt fiskirættindasáttmála við Russland fyri 2024.

Men Føroyar eru partur av einum hybridkríggi við Russland, har vinnupolitikkur og handilspolitikkur kunnu brúkast sum eitt vápn ímóti okkum. Tí mugu vit ansa okkum, sigur Tór Marni Weihe.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

01022024_Tor_Marni_um_russiskt_bluff

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. november
Veðrið
216688
Hósdag 19. november
Silja millum strokini
216631
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592
Týsdag 17. november
Veðrið
216565
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520