Stjól bil og koyrdi ávirkaður við ongum koyrikorti

Stjól bil og koyrdi ávirkaður við ongum koyrikorti
Maðurin var tikin tveir tímar seinni uttan fyri Havnina
Bilurin var óskaddur, sigur politiið. (Savnsmynd)
 
05.02.2024 - 09:03

Sunnudagurin endaði við fýra skuldsetingum móti einum manni.

Hann er skuldsettur fyri innbrot, fyri at stjala ein bil, fyri at koyra ávirkaður og fyri at koyra við ongum koyrikorti.

Beint eftir døgurða í gjár var innbrot í gamla bygningin hjá Føroya Banka ella Bank Nordik í Steinatúni í Havn.

Tann, sum breyt inn, fann ein billykil í einum jakkalumma.

Við at brúka lykilin, fann hann bilin og fór av stað við honum.

Hann var tikin tveir tímar seinni uttan fyri Havnina.

Bilurin var óskaddur, sigur politiið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. juli
Millum tøkini #12: Fjarðastevna
210617
Týsdag 7. juli
Summarbeiti 7. juli 2026
210611
Týsdag 7. juli
HM-tíðindi 7. juli 2026
210600
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522