Danska leitingarflogfarið kemur kortini

Danska leitingarflogfarið kemur kortini
Flogfarið verður á leiðini klokkan 17.45, og tað kann leita í nakrar tímar
Eitt Challenger-flogfar hjá donsku verjuni er nú á veg til Føroya. (Savnsmynd: Danska verjan)
 
06.02.2024 - 16:11

Nú er greitt, at danska Challenger-flogfarið, sum ikki kundi koma til Føroya, tí tað hevði fingið tekniskt brek, kortini kemur til Føroya at hjálpa til við leitingini av báðum monnunum á Kambi, sum ikki eru komnir afturíaftur.

Tað upplýsir MRCC.

Flogfarið fer úr Danmark hvørja løtu, og tað verður á leiðini, har leitað verður, klokkan 17.45.

Hóast myrkur tá er komið á, ber til hjá flogfarinum at leita í nakrar tímar.

Fyrr í dag visti MRCC at siga, at eitt íslendskt flogfar skuldi koma til Føroya at leita. MRCC sigur nú, at talan var ikki um eitt íslendskt flogfar, men um eitt bretskt, sum stendur á flogvøllinum í Keflavík.

Í løtuni er kortini óvist, um hetta flogfarið kemur til Føroya.

Bæði føroysk og útlendsk skip eru við í leitingini eins og bjargingartyrlan. Brimil samskipar leitingina.

Hoyr samrøðu, sum Jógvan Skeel Nolsøe gjørdi við Edvard Bjarnastein, leiðara á MRCC, í útvarpstíðindunum klokkan 16:

 

06022024_Edvard_klokkan_16

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Leygardag 1. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109