Drekin framleiðir nú streym inn á netið hjá SEV

Drekin framleiðir nú streym inn á netið hjá SEV
Vit hava rokkið einum týðandi varða í søguni hjá felagnum, sigur stjórin í Minesto
Royndir hava verið gjørdar við nýggja drekanum, ogggg í dag fór hann at framleiða inn á netið hjá SEV. (Savnsmynd)
 
09.02.2024 - 17:00

Nýggi 1,2 MW drekin hjá svensku fyritøkuni Minesto var í morgun settur út í Vestmannasund. Hann framleiðir nú streym inn á netið hjá SEV.

- Hetta er ein stórur dagur fyri Minesto. Vit hava rokkið einum týðandi varða í søguni hjá felagnum við at framleiða orku inn á eitt elnet í megawatt stødd. Vit eru errin og glað, sigur Martin Edlund, stjóri í Minesto.

Minesto hevur seinastu trý árini gjørt royndir við tveimum 100 kilowatt drekum, men hesin drekin er 12 ferðir størri.

 

800 húsarhald

Veingjabreiðið á drekanum er 12 metrar, og hann vigar 28 tons.  Drekin framleiðir streym til umleið 800 húsarhald.  

Hann er settur á botnin í Vestmannasundi, á 72 metra dýpi, og fer at sveima í eini áttatalsrás, meðan rákið er. Á tann hátt framleiðir hann orku.

Úr fundamentinum verður sjókaðal førdur til Vestmanna og inn á netið hjá SEV.

 

Lundir á fleiri firðum

Minesto hevur stórar ætlanir við sjóvarfalsorkulundir kring landið. Millum annað í Hestfirði, Skopunarfirði, Leirvíksfirði, Svínoyarfirði, Skúvoyarfirði, Suðuroyarfirði og sunnan fyri Akraberg. Fyrst verður tað í Hestfirði, har ætlanin er at hava 24 drekar.

Loyvi eru tó ikki fingin enn.

Fær Minesto loyvi at seta allar orkulundirnar upp kring landið og at framleiða inn á netið hjá SEV, fer tað at nøkta nærum helmingin av orkutørvinum í Føroyum.
 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 29. november
EM-trok #1: Vit kenna væl Sveis
184332
Fríggjadag 29. november
Morgunlestur fríggjadagur 29.november 2024
184108
Hósdag 28. november
RagnarRokk 28.november 2024
183843
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184321
Hósdag 28. november
Kanst tú siga farvæl? (1:2)
184255
Mikudag 27. november
Kanst tú siga farvæl? (2:2)
184254
Mikudag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184234
Mikudag 27. november
Fólksins rødd 4:4 - teknmálstulkað
184221