Møguligt endurgjaldskrav

Møguligt endurgjaldskrav
Um Tórshavnar býráð ikki gevur kirkjuráðnum á Argjum endligt loyvi at byggja kirkju við Sandá, so kann kommunan rokna við endurgjaldskravi
12.02.2024 - 19:25

Tað hevur verið nógv politiksk rok um staðsetingina av nýggju kirkjuni á Argjum.

Verður kirkjan ikki bygd á ætlaða staðnum við Sandá, so má býráðið rinda fyri allar meirútreiðslur. 

Tað sigur Rúni Hentze, formaður í Kirkjuráðnum á Argjum.

Í morgun samtykti byggi- og býarskipanarnevndin at geva kirkjuráðnum á Argjum byggiloyvi. Men avgerðin er ikki endalig. Málið skal fyri býráðið síðstu í mánaðinum, og tað er ikki víst, at tað verður samtykt tá. Serliga er óvissa um, hvat býráðslimirnir hjá Javnaðarflokkinum fara at atkvøða.


Mótmæli

Áhugafelagið Varðveitið Fríøkið við Sandá mótmælir ætlanina at byggja kirkju við Sandá.

- Vit mæla til at kirkjan verður staðsett á einum staði, sigur Urd Johannesen, nevndarlimur í áhugafelagnum Varðveitið fríøkið við Sandá

Málið um nýggja kirkju við Sandá á Argjum byrjaði í 2006. Í 2008 mælti býráðið til, at staðseta kirkjuna við Sandá.

Tað hevur verið ein drúgv tilgongd hjá kirkjuráðnum at koma har til, sum komið er til í dag, og nú manglar bara at fáa endaligt byggiloyvi.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. februar
Kallið: Vit mugu kenna ábyrgd
187771
Leygardag 15. februar
Jambalaja - 150225
187814
Leygardag 15. februar
Upp á tá - 140225
187806
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 16. februar
Guðstænasta úr Havnar kirkju
187829
Leygardag 15. februar
Hondbóltur: H71 - Neistin, kvinnur
187824
Fríggjadag 14. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187762
Fríggjadag 14. februar
Veðrið
187798
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663