Innbrot, herverk og harðskapur

Innbrot, herverk og harðskapur
Politiið hevur havt nógv at gera um vikuskiftið
Mynd: Savn  
 
16.02.2025 - 09:46

Politiið hevur fingið fráboðan um herverk, innbrot og ófrið.

Um átta tíðina í gjárkvøldið vóru tveir menn handtiknir uttanfyri Tórshøll.

Annar er skuldsettur fyri brot á skilhaldsreglurnar og hin er skuldsettur fyri at sláa ein politist.

Tvey innbrot hava eisini verið, sigur vakthavandi á politistøðini.

Um hálvgum tólv tíðina í gjárkvøldið fær politiið fráboðan um, at óbodnir gestir hava verið hjá Reyðakrossi á Bryggjubakka í Havn. 

Politiið veit ikki um nakað er stolið enn.

Í morgun fekk politiið fráboðan um eitt annað innbrot, sum hevur verið hjá matvøruhandlinum PE í Signagøtu í Havn.

Politiið kannar málið í løtuni.

Í gjár fekk politiið fráboðan um herverk í Miðvági.

Hol var sett á eitt dekk á einum persónbili.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947