- Tíðindi, mentan og ítróttur
Aðalorðaskifti um fólkaskúlan í dag
Klokkan 11 fyrrapartin fer løgtingið at hava aðalorðaskifti um fólkaskúlan.
Aðalorðaskiftið byggir á eitt tilmæli frá arbeiðsbólki, sum í mai mánaði í fjør handaði Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni, uppskot um eina røð av broytingum í fólkaskúlanum.
Tilsamans 18 tilmæli eru í fólkaskúlaálitinum. Av teimum tekur landsstýrismaðurin í skúlamálum fýra tilmæli burturúr, sum hann heldur at neyðugt er at arbeiða við skjótast gjørligt.
Tað fyrsta er floksstøddin.
Í dag eru skúlaflokkar við upp í 26 næmingar - markið eigur at vera sett niður á 20 næmingar, heldur landsstýrismaðurin.
Djóni Nolsøe Joensen er landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum. (Savnsmynd: Bjarni Àrting Rubeksen)
Flokslærarar og eftirútbúgving
Umstøðurnar hjá flokslæraranum skulu gerast betri. Sum tað triðja vil landsstýrismaðurin víðka tvílæraraskipanina, sum í dag einans fevnir um 1. og 2. flokk.
Og sum tað fjórða vil landsstýrismaðurin tryggja nøktandi eftirútbúgving til tey, sum arbeiða í fólkaskúlanum.
Í fólkaskúlaálitinum verður mælt til at seta tey 18 tilmælini í verk, frá 2023 til 2033.
Samlaði kostnaðurin verður, sambært álitinum, umleið 78 milliónir krónur.