Sigurd L. Lamhauge: Misálit frá landsstýrismanninum

Sigurd L. Lamhauge: Misálit frá landsstýrismanninum
At landsstýrismaðurin velur at brúka ráð frá privatum um Suðuroyartunnilin, hevur framskundað uppsøgnina
Sigurd Lamhauge, sum hevur lagt frá sær sum stjóri á Landsverki.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
21.02.2024 - 12:34

- At  landsstýrismaðurin, Dennis Holm, velur at brúka ráð frá privatum um Suðuroyartunnilin, kann eg ikki sum stjóri á einum stovni, sum hevur sum fremstu uppgávu ráðgeva politisku skipanina, góðtaka, og tað hevur framskundað uppsøgnina. 

Tað sigur Sigurd L. Lamhauge, sum hevur sagt seg úr starvi sum stjóri á Landsverki.

Hann fatar tað sum eitt misálit frá Dennisi Holm, at landsstýrismaðurin ikki tekur ráðini frá stjóranum á Landsverki til eftirtektar.

Sigurd L. Lamahuge sigur, at landsstýrismaðurin lurtar meira eftir privatum aktørum enn eftir Landsverki, tá ið talan er um, hvussu nógv Suðuroyartunnilin fer at kosta.

Hoyr samrøðu, sum Hallur av Rana gjørdi við Sigurd L. Lamhauge í útvarpstíðindunum: 
 

21022024_Sigurd_Lamhauge

 

Dagført:

 

Sigurd L. Lamhauge fer beinleiðis í annað stjórastarv, tí hann er júst settur sum stjóri í IRF í Leirvík. 

Tað skrivar heimasíðan hjá interkommunala renovatiónsfelagsskapinum. 

Umframt at hava verið stjóri á Landsverki í góð fýra ár, hevur Sigurd L. Lamhauge starvast í nógvum ymiskum verkætlanum sum ráðgevandi verkfrøðingur í Føroyum og uttanlands.

Hann er útbúgvin elektro-mekanikari, verkfrøðingur og Master í leiðslu, skrivar IRF.fo.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 9. september
Tí tú ert kvinna 1:3
212994
Mikudag 9. september
Morgunlestur mikudagur 9. september
212704
Týsdag 8. september
Vitan
212940
Týsdag 8. september
Góðan morgun Føroyar
212926
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776