- Tíðindi, mentan og ítróttur
Valdu brúkt heldur enn nýtt
Tað er stilt á uppsjóvarvirkinum í Kollafirði, sum tey flestu kenna sum Faroe Pelagic. Tilfar at pakka er klárt, men einki er pakkað í eitt heilt ár, hóast pakningur er til 9.000 tons av uppsjóvarfiski.
Men nú er tað selt. Keypari er Pelagos í Fuglafirði.
Hetta uppsjóvarvirkið er tað elsta av sínum slag í Føroyum og hevði eina serstakliga tunga byrjan. Longu í 2002 var ætlan at taka móti uppsjóvarfiski, men tað kom ongantíð verulig gongd á fyri enn hollendska felagið Parlevliet & van der Plas yvirtóku virkið í 2009. Tað var eisini einasta uppsjóvarvirkið sum var klárt at taka ímóti, tá makrelfiskiskapurin byrjaði nøkur ár aftaná.
Síðan bygdi Varðin Pelagic á Tvøroyri og Pelagos í Fuglafirði. Virkið í Kollafirði hevur ongantíð tikið ímóti nær í námind líka nógvum fiski sum hini bæði. hóast framleiðsluorkan er tann sama.
Hóast virkið er tað elsta í landinum og bygt øðrvísi enn tey bæði nýggju, so var nógv sum talaði fyri at keypa heldur enn at byggja nýtt.
Hóast Pelagos hevur yvirtikið virkið í Kollafirði, sum nú eitur Pelagis Kollafjørður, so verður ein løta áðrenn arbeiðið fer ígongd