Menniskjaligt mistak á brúnni

Menniskjaligt mistak á brúnni
Ternan fór aftur í sigling á nólsoyarleiðini klokkan 15
Ternan fer nú aftur í sigling á nólsoyarleiðini. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
28.02.2024 - 16:04

Talan var um menniskjaligt mistak, tá ið strandafaraskipið Ternan rendi á bryggjuna í Havn fyrrapartin. Tað sigur Niels Juel Arge, stjóri á Strandferðsluni.

Neyðugt var at leggja ein túr burturímillum seinnapartin, meðan Sjóvinnustýrið og klassin kannaðu málið. Kavari hevur eisini kannað skipið, og Ternan fór aftur í sigling klokkan 15.

Ferðafólk, ið vóru við Ternuni, tá ið hon rendi á Eystaru Bryggju í Havn, kunnu venda sær til Strandferðsluna á telefon 343030, um tørvur er at tosa við sálarfrøðing um hendingina

Hoyr samrøðu við stjóran á Strandferðsluni í útvarpstíðindunum: 

Niels_Juel_um_Ternuna

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037