Í kvøld verður úrslitið av atkvøðugreiðsluni greitt

Í kvøld verður úrslitið av atkvøðugreiðsluni greitt
Hvørt talan verður um nýtt forfólk ella sama forfólk fyri Pedagogfelagið, verður greitt seinni í dag
Sanna á Løgmansbø og Jógvan Philbrow
 
02.03.2024 - 10:15


Í dag verður greitt, hvør verður forfólk í Pedagogfelagnum næstu trý árini.

Pedagogfelagið hevur aðalfund á Hotel Føroyum, og Sanna á Løgmansbø og Jógvan Philbrow stilla upp til forfólkasessin.

Sanna á Løgmansbø er leiðari á dagstovninum BiRkilund í Havn, og Jógvan Philbrow hevur verið formaður í Pedagogfelagnum síðani 2015.

Talgilda atkvøðugreiðslan hjá Pedagogfelagnum, sum byrjaði 14. februar, endaði á middegi í gjár.

Meira enn 1.800 limir hava valrætt, og av teimum hava 74 prosent atkvøtt í talgildu atkvøðugreiðsluni.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. juli
Skratsj 1. juli 2026
210398
Mikudag 1. juli
HM-tíðindi 1. juli 2026
210394
Mikudag 1. juli
Morgunlestur mikudagur.
210323
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360