Skulu flagga fyri krúnprinsinum

Skulu flagga fyri krúnprinsinum
Christian krúnprinsur hevur føðingardag 15. oktober
Boð er komin frá myndugleikunum um, at landsins bygningar skulu flagga fyri Christiani krúnprinsi, sum hevur føðingardag 15. oktober.
Mynd: Kongshúsið  
 
04.03.2024 - 08:48

Nú skulu landsins bygningar flagga 15.oktober, tá Christian krúnprinsur hevur føðingardag.

Trúnuskifti hevur verið í Danmark, og tí er kunngerðin um flagging frá landsins bygningum broytt nakað.

Í kunngerðini eru orðini føðingardagur drotningarinnar broytt til føðingardag Margrethu drotningar. Hann er 16.apríl.

Og orðingin 'føðingardagur krúnprinsins' er broytt til 'føðingardag kongs'.

Hann er 26.mai. 

27 flaggdagar eru í kunngerðini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891