Kvf.fo í nýggjum hami 

Kvf.fo í nýggjum hami 
Heimasíðan er dagførd sum liður í talgildu snaringini hjá Kringvarpi Føroya 
Mynd: Grafikkur: Høgni Egholm Magnussen  
 
04.03.2024 - 22:54

Sum tann gløggi brúkarin nokk longu hevur lagt merki til, so er heimasíðan hjá Kringvarpi Føroya dagførd og er nú í nýggjum hami og sniði.  

Heimasíðan, sum vit hava kent hana í rættiliga nógv ár, hevði sæð sínar bestu dagar og tænt fyri seg.

Hugskotið hevur verið at gera eina einfaldari, reinari og meira nútímans heimasíðu, ið lýkur teir standardir, sum tann modernaði netbrúkarin er vanur við frá síni reikan á alnetinum.  

  

Ljóð og sjón 

Størsta broytingin er, at tað, ið fyrr kallaðist "Útvarp" og "Sjónvarp" á heimasíðuni, nú kallast "Ljóð" og "Sjón" – í vanligum máli "KVF Ljóð" og "KVF Sjón". Nøvnini vísa til sansirnar, ið vit brúka, tá ið vit lurta eftir útvarpi og hyggja at sjónvarpi.  

Navnabroytingarnar eru liðir í talgildu snaringini hjá Kringvarpinum. Dagarnir, tá ið fólk sótu óvirkin á bríkini ella sofuni og bíðaðu at fáa tilfarið varpað út til sín, eru skjótt taldir. Alnetið, snildfonir, stroymingartænastur og annað hava grundleggjandi broytt mátan, ið vit brúka miðlar uppá, og Kringvarpið ynskir eisini at fylgja við tíðini.  

KVF Ljóð og KVF Sjón eru tveir alheimar – ein ljóðalheimur og ein sjónalheimur – ið tit brúkarar kunnu fara inn í. Málið er at gera alt tilfarið, ið verður framleitt í Kringvarpinum, og sum finst í hesum alheimum, so innbjóðandi og lætt atkomuligt og brúkiligt hjá tykkum brúkarum sum yvirhøvur gjørligt. 

  

Dagføra og framtíðartryggja

Nýggja heimasíðan og talgilda snaringin, ið Kringvarpið fremur, eru eisini beinleiðis niðurfeld í nýggja public service-sáttmálanum. Har stendur:  

"Kringvarp Føroya ásannar, at miðlavanarnir broytast, og at framtíðin er netborin og talgild. Kringvarp Føroya skal røkka brúkaranum, har hann er. Tí gagnnýtir Kringvarpið alnetið til innihald og tænastur, ið samsvara við public service-skyldurnar."  

Heimasíðan er tó á ongan hátt ein støðug stødd, men verður støðugt ment. Tískil kann okkurt óreglusemi vera á síðuni næstu tíðina. 

Um tit koma fram á okkurt á nýggju heimasíðuni, ið ikki riggar, so skulu tit vera hjartaliga vælkomin at boða okkum frá hesum: 

Skrivið til okkum her

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. mai
Morgunlestur týsdagur 26.mai 2026
208229
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta av ovara vølli.
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta í Gundadali
208770
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208764
Sunnudag 24. mai
Andaktin
208763