Søkja fyri triðju ferð eftir leiðara til eldrasamstarv

Søkja fyri triðju ferð eftir leiðara til eldrasamstarv
Meirilutin í stýrinum fyri Bú- og heimatænastuna í Suðuroy vrakaði tilmælið frá meirilutanum í setanarbólkinum
Kristin Michelsen, borgarstjóri í Tvøroyrar kommunu, er formaður í stýrinum fyri Bú- og heimatænastuna í Suðuroy. (Savnsmynd)
 
12.03.2024 - 12:20

Bú- og heimatænastan í Suðuroynni noyðist fyri triðju ferð at søkja eftir nýggjum leiðara. 

Á fundi í gjár vrakaði meirilutin í stýrinum fyri Bú- og heimatænastuna innstillingina frá einum meiriluta í setanarbólkinum. 

Stýrið fer í næstum aftur at lýsa starvið leyst, men stýrisformaðurin, Kristin Michelsen, hevur ikki góðar vónir um, at tað fer at eydnast at finna fleiri umsøkjarar.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

12032024_Bu-_og_heimataenasta

 

Hanus Toftheyggj var leiðari fyri Bú- og heimatænastuna, men 1. januar tók hann við starvi sum stjóri á Suðuroyar sjúkrahúsi. 

Í stýrinum fyri Bú- og heimatænastuna eru eitt umboð fyri allar kommunurnar í oynni. Tvøroyrar og Vágs kommuna hava tó tvey umboð. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. januar
Norðurljóð 27.januar 2025
186723
Mánadag 27. januar
Takk fyri dansin, Teitur
186918
Mánadag 27. januar
Góðan morgun Føroyar
186905
Mánadag 27. januar
Vetrarjazz 2025
186712
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 27. januar
3-2
186892
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749