Eingin politikkur í húsaleigu og útboði

Eingin politikkur í húsaleigu og útboði
Húsaleigan hjá Bústøðum verður ikki ásett politiskt
Landsstýrið blandar seg ikki útí húsaleigu og útboð hjá Bústøðum og Húsalánsgrunninum.
 
20.03.2024 - 06:37

Húsaleigan hjá Bústøðum verður ikki ásett politiskt.

Leiðslan í Húsalánsgrunninum ásetur húsaleiguna.

Tað sigur Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna, í svari til Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingskvinnu, sum spurdi, um landsstýriskvinnan tekur undir við, at Bústaðir hækka leiguprísirnar.

Ingilín D. Strøm sigur, at hon leggur seg heldur ikki útí, hvussu Húsalánsgrunnurin verður rikin.  

Hon sigur, at hon fer tí ikki at leggja útí, hvønn útboðspolitikk stovnurin hevur, so leingi hann er sambært lógini.

Landsstýriskvinnan sigur, at stýrið fyri Húsalánsgrunnin hevur kunnað Umhvørvismálaráðið um, at arbeitt verður miðvíst við at minka rakstrarútreiðslurnar.

Ingilín D. Strøm sigur eisini, at uppskot eru ávegis, sum skulu loyva kommunum at taka tænastugjøld fyri tóm hús og áseta bústaðaskyldu í nýggjum útstykkingum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. juli
Skratsj 1. juli 2026
210398
Mikudag 1. juli
HM-tíðindi 1. juli 2026
210394
Mikudag 1. juli
Morgunlestur mikudagur.
210323
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360