Sáttmálasamráðingar: Partarnir hava handað krøvini

Sáttmálasamráðingar: Partarnir hava handað krøvini
Sáttmálarnir millum Føroya arbeiðsgevarafelag og tey fimm arbeiðarafeløgini fara úr gildi 1. mai
Føroya arbeiðsgevarafelag hevur 40 sáttmálar við 20 feløg á privata arbeiðsmarknaðinum.
Mynd: Vinnuhúsið  
 
25.03.2024 - 14:05

Sáttmálasamráðingarnar millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og tey fimm arbeiðarafeløgini eru nú byrjaðar.

Partarnir handaðu fríggjadagin hvørjum øðrum síni krøv, skrivar heimasíðan hjá Vinnuhúsinum.

Atalað er, at næsti samráðingarfundur verður fríggjadagin 4. apríl.

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur samráðingar um 40 sáttmálar á privata arbeiðsmarknaðinum við umleið 20 fakfeløg.

Samráðingarnar við arbeiðarafeløgini eru tær fyrstu í komandi samráðingarumfari hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Sáttmálarnir við tey fimm arbeiðarafeløgini fara úr gildi 1. mai. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. mai
Uttandurðaguðstænasta
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208760
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 25. mai
Andaktin
208776
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208764