Miðnámi á Kambsdali tørvar eykajáttan at rinda eldskaðar

Miðnámi á Kambsdali tørvar eykajáttan at rinda eldskaðar
Neyðugt er við 1,7 milliónum krónum til at umvæla skaðarnar á skúlabygninginum hjá Miðnámi á Kambsdali
Eldur kom í eltalvuna á Miðnámi á Kambdsdali
 
25.03.2024 - 20:12

Tað kostar Miðnámi á Kambsdali 1,7 mió krónur, at umvæla eld- og roykskaðarnar, sum komu, tá eldur var í skúlabygninginum í februar.

Sambært eini kostnaðarmeting komu skaðar fyri 1,5 mió. kr. á sjálvan bygningin. Haraftrat vera skaðarnir á innbúgv mettir at kosta áleið 700.000 krónur.

Men innbúgvið á skúlanum var ikki tryggjað og landið hevur eina sjálvsábyrgd á eina mió. kr. fyri tílíkum bygningum. Tí ljóðar rokningin fyri eldin á 1,7 mió. kr. 

Hetta hevur Miðnámsskúlin ikki ráð til at rinda fyri eftir verandi játtan, og tí biður Barna- og útbúgvingarmálaráðið Løgtingið, um eykajáttan, til at umvæla skaðarnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891