Breið semja í Tinganesi um tøkugjaldið í alivinnuni

Breið semja í Tinganesi um tøkugjaldið í alivinnuni
Sambandsflokkurin og samgonguflokkarnir hava skrivað undir eina langtíðarsemju, sum skal geva alivinnuni tryggari karmar at virka undir fram til 2032.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
27.03.2024 - 09:49

Alivinnan skal hava tryggar karmar at virka undir, og tí skal tøkugjaldið frá vinnuni leggjast í eina fasta legu fram til 2032. 

Tað var boðskapurin í Tinganesi seinnapartin, tá teir tríggir samgonguflokkarnir og Sambandsflokkurin skrivaðu undir politiska langtíðarsemju um gjaldsskipan fyri alivinnuna.

Eitt semjuskjal, sum skal tryggja, at alivinnan kemur at rinda sítt íkast til samfelagið eftir einum føstum leisti, í øllum føri fram til 2032.

BREID_SEMJA

 

Tryggari karmar um alivinnuna 

Tað eru bara 10 mánaðir síðani galdandi skipan við tøkugjaldið var samtykt. Uppskotið var umstrítt og hevði sambært Bakkafrost við sær, at óvissan at víðarivirka laks gjørdist ov stór. Tí vórðu 140 fólk á virkinum á Glyvrum uppsøgd. Nú er hædd tikin fyri tí, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður. 

Sambært Erhardi Joensen, løgtingslimi í Sambandsflokkinum, er semjan innanfyri tað ideologiska grundarlag, sum Sambandsflokkurin kann liva við.

Uni Holm Johannesen úr Javnaðarflokkinum er bjartskygdur um semjuna, sum sambært løgtingsmanninum hevur við sær, at alivinnan kemur at rinda eitt rímuligt íkast til samfelagið. 

Fyri Framsókn hevur tað havt hægstu raðfesting at fáa breiðu semjuna, sum kann tryggja alivinnuni støðugar karmar, sigur Karlot Hergeirsson. 

undirskrivarar

 

Frá nýggju til fýra stig

Nýggja skipanin er í tveimum - ein kombinatión av tøkugjaldi og einum eyka serskatti á alivinnuna. Í galdandi tøkugjaldi eru níggju stig, har hægsta stigið er 20 prosent, um laksaprísurin er sera høgur. 

Nýggja tøkugjaldið hevur fýra stig. Alarin skal gjalda eitt lítið gjald, óansæð um laksurin verður seldur undir framleiðsluprísin. Gjaldið hækkar so í trimum stigum, har hægsta gjaldið er 7,5 prosent.

 

Fýra stigar eru í tøkugjaldinum:

0,5% gjald, um laksaprísurin er lægri enn framleiðslukostnaðurin
2,5% gjald, um laksaprísurin er upp til 5 kr hægri enn framleiðslukostnaðurin
5,0% gjald, um laksaprísurin er 5 kr til 15 kr hægri enn framleiðslukostnaðurin
7,5% gjald, um laksaprísurin er meira enn 15 kr hægri enn framleiðslukostnaðurin

 

Serskattaskipan og prístalsjavning

Og harumframt skal so ein serskattur leggjast á tann partin av virkseminum hjá alifyritøkunum, sum røkkur frá smoltframleiðslu til sjógvaling og tøku. Hesin skattur skal vera átta prosent.

Framleiðslukostnaðurin skal eisini ásetast av nýggjum. Tað skal gerast triðja hvørt ár, og ikki hálva hvørt ár sum ídag. Og so skal hann prístalsjavnast hvørt ár. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. januar
Morgunlestur týsdagur 20. januar 2026
202876
Mánadag 19. januar
Nýggjár á Gentuvesinum 2025
202924
Mánadag 19. januar
Við Tórði á stytstadagstúri
202923
Mánadag 19. januar
EM-tíðindi 19. januar 2026
202904
Mánadag 19. januar
Morgunlestur mánadagur 19.januar 2026
202875
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. januar
Veðrið
202926
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797