- Tíðindi, mentan og ítróttur
Teitur og Brimheim skulu framføra til OL
Føroysku tónleikararnir Teitur og Brimheim eru vald út til at framføra vegna Danmark undir olympisku leikunum, sum verða í Paris í summar. Tey eru tvey av fimm, sum vórðu vald út millum meir enn 100 umsøkjarar.
Frá 26. juli til 11. august fara Visit Denmark og danska vinnumálaráðið at skipa fyri ymsum tiltøkum á kendu gøtuni Champs-Elysées og í donsku Fríðrikskirkjuni, sum er beint við.
Í hesum sambandi tóku Visit Denmark og non-profit felagsskapurin ROSA, sum arbeiðir fyri at menna og miðla danskan tónleik, fyrr í ár stig til at finna fimm tónleikarar, sum skulu umboða Danmark undir leikunum. Og nú er so greitt, at tvey av hesum fimm eru føroysku Teitur og Brimheim.
Fyrireikararnir siga í tíðindaskrivi, at í útveljingini av teimum fimm er dentur lagdur á, at tey ikki bert vísa royndir og eitt høgt listaligt støði, men eisini umboða margfeldnið og breiddina í donskum tónleiki, umframt at tey hava evnini til at bergtaka eina franska eins væl og eina altjóða áhoyrarafjøld.
Við tónleikamiðilin Gaffa sigur Rebecca Helewa Graversen, sum sat í úttøkunevndini, at "tónleikararnir, sum skulu spæla, eru bæði listafólk við einum sera norðurlendskum klangi, sum fara at tala til tað forvitnisliga og bergtakandi av nøkrum eksotiskum úr Norðurlondum. Og so eru onnur, sum glíða beint inn í eitt franskt ljóð, sum er merkt av til dømis elektro og afro-beats."
Gaffa skrivar eisini, at tónleikararnir skulu spæla tríggjar dagar á rað, men ikki sama dag. Talan verður um 20 minuttir langar sonevndar showcase-konsertir inni í Fríðrikskirkjuni.
Kravið til umsøkjararnar var, at teir kundu framføra við í mesta lagi tveimum persónum á pallinum. Harumframt ber til hjá tónleikarunum at brúka orglið í kirkjuni til konsertirnar.
Sambært ROSA verður roknað við 75.000 vitjandi umframt nógvum fjølmiðlafólkum.
Hinir tríggir tónleikararnir eru Dayyani, JJ Paulo og Lydmor.