Víkingur vitjar við Løkin

Víkingur vitjar við Løkin
Oddaliðið í Betrideildini við monnum, Víkingur, vitjar NSÍ við Løkin í kvøld. Aðrastaðni er B68 undir trýsti undan botnuppgerð ímóti Skála
 
29.04.2024 - 11:02

Oddaliðið í Betrideildini við monnum, Víkingur, vitjar NSÍ í Runavík í kvøld.

Víkingur hevur fult stigatal eftir seks tey fyrstu umførini, meðan runavíkingarnir við Peturi Knudsen á odda hava bitið frá sær og hava 12 stig á 4. plássi.

Kringvarpið sigur frá dystinum við Løkin í útvarpinum kl. 19:00. 

 

B68 undir trýsti

B68 er undir stórum trýsti undan botnuppgerðini á Skála. Toftamenn hava bert eitt stig enn, og liggja undir niðurflytingarstrikuni, meðan Skála hevur fýra stig á 8. plássi. 

Ein annar, sum er undir trýsti, er B36-venjarin, Dan Brimsvík. Seinastu tríggir dystirnir í landskappingini hava bert givið eitt stig, og tí kemur tað ivaleyst væl við, at ÍF vitjar í Gundadali í kvøld. 

Fjórði dysturin í kvøld er ímillum 07 Vestur og HB. HB er komið væl frá byrjan í ár við fimm sigrum og bert einum tapi, meðan 07 Vestur liggur á 5. plássi við 11 stigum.

Í morgin stendur Espen Haug á odda fyri KÍ, sum vitjar við Margáir hjá EB/Streymi. 

 

7. umfar, Betrideildin, menn 

Kl. 18:00 07 Vestur - HB
Kl. 18:00 B36 - ÍF
Kl. 19:00 Skála - B68
Kl. 19:00 NSÍ - Víkingur 

Týsdagin 30. apríl

Kl. 18:00 EB/Streymur - KÍ

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. apríl
Frá Gággu til Krækling (1:4)
206690
Týsdag 7. apríl
Morgunlestur týsdagur 7.apríl 2026
206582
Mánadag 6. apríl
Várkonsert 2026 (1:2)
206039
Mánadag 6. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206641
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 6. apríl
Meistarans hond
206650
Mánadag 6. apríl
Andakt
206647
Mánadag 6. apríl
Gudstænasta úr Havnar kirkju
206638
Sunnudag 5. apríl
Andaktin páskadag við Gimma Olsen
206635
Sunnudag 5. apríl
Kim og Føroya Symfoniorkestur 2026
206634