Ársfrágreiðing 2023 hjá Kringvarpinum er nú tøk

Um KVF›Tíðindi
Ársfrágreiðing 2023 hjá Kringvarpinum er nú tøk
Kringvarpið hevur sum vant gjørt eina frágreiðing, sum lýsir virksemið hjá stovninum undanfarna árið. Les hana her
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
29-04-2024


Mótsetningar merktu árið 2023

Øðrumegin hendu frambrot á serliga talgilda økinum, sum millum annað førdu til, at børnini fingu eitt nýtt og nógv betri tilboð. Hinumegin kom óvissan um fíggjarligu karmarnar á hámarkið í vetur. Lyftið í samgonguskjalinum um at styrkja Kringvarpið var ikki framt í verki. Tí boðaði leiðslan í november frá, at neyðugt var at spara yvir 8 milliónir krónur. Umfatandi sparitiltøkini merktu, at starvsfólkahópurin minkaði við útvið 11 ársverkum. Hetta rakti skránna meint. Sum tað fyrsta steðgaðu fyrireikingarnar til stóru sjónvarpsframleiðslurnar av nýggjárskonsertini og ítróttafagnaðinum, sum skuldu vera í januar í 2024. Landsstýriskvinnan í mentamálum boðaði stutt eftir hetta frá einum lógaruppskoti, sum bøtti um inntøkugrundarlagið hjá Kringvarpinum. Uppsagnirnar í fasta starvsfólkahópinum vórðu tí tiknar aftur. Fráboðaða lógaruppskotið fór tó ikki at geva allar tær inntøkurnar, sum tørvur var á, og tí stóðu flestu sparingarnar í rakstrinum og skránni við. 

- Úr formælinum. 

Ársfrágreiðingin er ætlað almenninginum og verður skrivað við støði í teimum skyldum, Kringvarpið hevur sambært public service-sáttmálanum. Virksemið verður lýst í hagtølum fyri ein part, og eisini eru frágreiðingar um sendingar og onnur átøk, sum hava fylt í arbeiðnum undanfarna árið.
 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040

Um kvf css