Hamas tekur saman um samráðingar um vápnahvíld

Hamas tekur saman um samráðingar um vápnahvíld
Ísrael hevur skotið upp at hava vápnahvild í 40 samdøgur, men Hamas vil hava vara vápnahvíld í Gasageiranum
Samstundis sum Ísrael hóttir við at leypa á Rafah í Gasageiranum, er Hamas farið at taka saman um uppskotið frá Ísrael um at hava vápnahvíld í 40 samdøgur.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
06.05.2024 - 10:39

Samráðingartoymið hjá Hamas í Kairo er farið aftur til Katar, eftir at samrøðurnar um vápnahvíld í Gasa endaðu seinnapartin í gjár.

Tað sigur ein kelda í Hamas.

Hamas hitti leygardagin og sunnudagin semingsmenn úr Katar, Egyptalandi og USA í Egyptalandi. 

Á borðinum lá ísraelska uppskotið um vápnahvíld í 40 samdøgur, og at túsundatals palestinskir fangar verða latnir leysir, afturfyri at Hamas letur gíslarnar leysar.

Samráðingartoymið hjá Ísrael var ikki við á fundunum.

 

Amerikanski uttanríkisráðharrin, Antony Blinken. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Vilja hava varandi vápnahvíld

Samráðingartoymið hjá Hamas fer nú taka samanum, sigur keldan.

Hamas vil hava varandi vápnahvíld í Gasa, men ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, sýtir fyri tí. 

- Vit bíða eftir svari, segði amerikanski uttanríkisráðharrin Antony Blinken í samrøðu við Mitt Romney, senator, í gjár, tá ið hann var á Sedona Forum-ráðstevnuni á McCain-stovninum í Arizona.

- Vit bíða eftir svari frá Hamas, um tey góðtaka vápnahvíldina og lata gíslar leysar. Júst nú er Hamas tað einasta, sum stendur millum fólkið í Gasa og vápnahvíldina. So vit bíða eftir teirra avgerð, segði Antony Blinken.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 23. november
Jambalaja - 231124
184069
Leygardag 23. november
Vikan 23. november 2024
184060
Leygardag 23. november
Morgunlestur leygardagur 23.november 2024
183776
Fríggjadag 22. november
Vikuskiftið 22 november 2024
184051
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981