Gróðurin sær rættiliga lovandi út

Gróðurin sær rættiliga lovandi út
Tað sær lovandi út fyri fiskastovnin, nú gróðurin er komin tíðliga í ár. Men tó er ov tíðliga at siga, hvussu árið verður. Viðurskifti kunnu broytast enn
06.05.2024 - 19:24

- Gróðurin er byrjaður rættiliga tíðliga í ár, og tað minnir nógv um ár 2000, sum gjørdist eitt sera gott ár, og tað sást aftur í fiskastovninum tey næstu árini.

Tað sigur Sólvá Jacobsen, lívfrøðingur á Havstovani.

Gróðurin hevur stóran týdning fyri fiskastovnin og fuglastovnin, og tí verður fylgt væl við, nær hann byrjar.

Hvørja viku taka tey frá Havstovuni royndir av føroyska sjónum fyri at vita, hvussu gróðurin er.

Á Havstovuni verður sjógvurin filtreraður og kannað verður, um nógvur gróður er í.

Gróðurin er longu komin upp um 1 og tað er rættiliga gott so tíðliga á árinum.

Men sjálvt um tað sær lovandi út, kunnu broytingar henda.

- 2018 byrjaði eisini sera væl, og tað sá lovandi út, men so steðgaði vøksturin, og tað gjørdist ikki eitt gott ár. Vit mugu bíða umleið ein mánað, áðrenn vit kunnu siga, hvussu gróðurin verður í ár. Nógv kann broytast enn, sigur Sólvá Jacobsen.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Fríggjadag 25. september
Breddin: Hækkandi matvøruprísir
213780
Fríggjadag 25. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Danny & the Veetos
213778
Fríggjadag 25. september
RagnarRokk: Saeko um Back to Life
212906
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650