Flogbóltslandsliðini fyrireika seg til Silver League

Flogbóltslandsliðini fyrireika seg til Silver League
Føroysku A-landsliðini við kvinnum og monnum spæla tríggjar venjingardystir í part ímóti Íslandi sum liður í fyrireikingunum til Silver League-kappingina, sum byrjar skjótt
A-flogbóltslandsliðini hjá Føroyum spæla ikki minni enn seks venjingardystir um vikuskiftið
Mynd: FBF  
 
10.05.2024 - 08:30

Um vikuskiftið spæla føroysku flogbóltslandsliðini við bæði kvinnum og monnum tríggjar landsdystir í part ímóti Íslandi sum liður í fyrireikingunum til Silver League-kappingina, sum stendur fyri durum, skrivar Flogbóltssambandið.

Manslandsliðið spælir allar dystirnar í Føroyum, meðan kvinnurnar fara til Íslands at spæla.

Flogbóltssamband Føroya og Íslendska flogbóltssambandið - BLÍ - hava gjørt eina samstarvsavtalu, soleiðis at londini hjálpa hvørjum øðrum við fyrireikingunum til Evropa League-kappingarnar komandi árini.

 

Dystarskráin, menn:

Fríggjadagin 10. mai kl. 19.00 í Kollafirði
Leygardagin 11. mai kl. 17.00 á Sandi
Sunnudagin 12. mai kl. 13.00 í Klaksvík

Venjarin hjá monnum, Boban Ilic, hevur ein 16 mans hóp kláran til dystirnar móti Íslandi, og skal hesin avmarkast til 12 mans, áðrenn farið verður undir veruligu Evropa League-kappingina, har Føroyar luttaka í Silver League. Venjarin hjá kvinnunum, Christian Imhoff, hevur somuleiðis ein nakað størri hóp enn vanligt við sær til Íslands. Hesin hópurin verður so í næstu viku avmarkaður til teir 12 leikararnar, sum fara at umboða Føroyar í Silver League-dystunum.

 

Silver League-kappingin byrjar næsta vikuskifti

Føroysku kvinnurnar spæla tveir dystir í Montenegro, síðani tveir dystir í Luksemborg og enda heima í Føroyum við tveimum dystum. Føroysku menninir spæla fyrst tveir dystir í Íslandi. Síðani verða tveir dystir spældir í Føroyum, og síðstu dystirnir verða í Eysturríki.

 

Silver League-skráin, kvinnur

Í Montenegro:

17. mai: Montenegro - Føroyar
18. mai: Føroyar - Georgia

Í Luksemborg:

24. mai: Luksembourg - Føroyar
25. mai: Føroyar - Ungarn

Í Føroyum

7. juni: Føroyar - Finnland
9. juni: Føroyar - Bosnia og Hersegovina

 

Silver League-skráin, menn

Í Íslandi:

17. mai: Ísland - Føroyar
18. mai: Føroyar - Ísrael

Í Føroyum:

24. mai: Føroyar - Ísland
26. mai: Føroyar - Eysturríki

Í Eysturríki:
7. juni: Eysturríki - Føroyar
8. juni: Ísrael - Føroyar

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. apríl
Góðan morgun Føroyar
190346
Mánadag 7. apríl
Morgunlestur mánadagur 7.apríl 2025
190245
Sunnudag 6. apríl
Bolero - Amy Beach
190318
Sunnudag 6. apríl
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
190317
Sunnudag 6. apríl
Møti úr Betesda í Klaksvík.
190316
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 6. apríl
Møti úr KFUM & K í Klaksvík
190331
Sunnudag 6. apríl
Andakt
190330
Leygardag 5. apríl
Sement 2025
190308
Leygardag 5. apríl
Nations League 2025: Føroyar - Moldova 2-0
190286
Fríggjadag 4. apríl
Veðrið
190275